Fríggjakvøldið verður áhuhgaverd kvøldseta á Seglloftinum á Tvøroyri.
Tað er Lions klubburin í Suðuroy, sum skipar fyri og allur peningurin fer til vælgerandi endamál.
Tiltakið byrjar klokkan 19 og lagt verður til brots við at hyggja at á stórskíggja, hvussu Linda klárar seg í finaluni í X factor.
Aftaná finaluna fer Bina Svartá at greiða frá um forvitnisligu verkætlanina við Pepi fólkinum í Ghana og tá ið hon er liðug, fara tey aftur at fylgja við sjálvari avgerðini í X.
Annars verður talan um eina fjølbroytta skrá. Mathias Lassen fer at greiða frá Westerbeek, sum gekk burtur vestantil á Suðuroy og sum hann hevur skrivað drúgva og væl undirbygda bók um. Ólavur Rasmussen fer at greiða frá um eftirskúlan í Hvalba og um aðrar norðurlendskar verkætlanir og Hans Jørgensen fer at greiða frá um, tá ið Blikur hjá Skipafelagnum gekk burtur á Kappanum í 1963.
Í steðginum er kaffi og annað gott at fáa. Tað er eisini nógvur og góður sangur á skránni, har Theodor Petersen, Jens Eli Ellefsen og vinmenn, fara at syngja og spæla, men felagssangur er sjálvandi eisini á skránni.
Lions savnar pening inn til vælgerðandi og mentanarlig endamál og peningurin, sum kemur inn á kvøldsetuni fríggjakvøldið, fer óskerdur til verkætlanina hjá Binu Svartá og hinum í Afrika, har tey hava bygt ein skúla fyri at útbúgva pepi fólkið í Ghana. Tey, sum vilja kunna seg um hesa verkætlanina, kunnu fara inn á heimasíðuna www.pebichildrencenter.dk.
Tað kostar 150 krónur at koma inn, men atgongumerkið er samstundis lutaseðil til eitt gávukort upp á 1000 krónur í olju frá Magn.