Suðuroyggin og revolvarapolitikkur

Mathias Lassen
í Nesi í Hvalba
???
Tom Silvurdal er afturkomin, og hann legði í vaðið beinanvegin.
Eg gjørdi mær ómak, at lesa greinina, og hann gav mær so nógvar møguleikar til eitt aftursvar, at eg kundi ikki lata verða.
Fyrst er tað ein saks-mappa, síðan er tað seriøsitetur, og at enda er tað revolvarapolitikkur.
Viðvíkjandi tínari saksmappu, so er hon teoretisk og helst á góðari leið. Framtíðin hjá Suðuroynni og suðuroyingum skal helst liggja í einari saksmappu. Men trupulleikin er bara tann, at skal henda saksmappa gera nakra nýttu, so skal næsta punkt takast fram, og tað er tann seriøsitetur, sum tú skrivar um.
Seriøsitetur er eitt orð, sum skal brúkast seriøst og ikki sum best ber til.
Í hesari saksmappu liggja helst tínar viðmerkingar í Sosialinum mitt í sept. 2004.
Har nevnir tú fyrimunirnir við at byggja miðnámsskúlan í Hovi og ellis- og røktarheim í Vági.
Hevur tú gloymt hvat tú segði við Sosialin tá?
Hví sigur tú nakað heilt annað í dag?
Ein saksmappa fyri Suðuroy og suðuroyingar skal handfarast seriøst. Tí er av størsta týdningi, at fólk sum hava eina meining, standa við sína meining. Vit tosa um seriøsitet!
Og tá borgarin setir sín kross á kommunuvalinum, so skal krossurin verða seriøsur, og meti eg, at o.u. 90 % seta sín kross seriøst.
Men hvat hendir.
Tey valdu tveita allan seriøsitet til viks, og fara undir at virka fyri seg og síni.?Tíverri?.
Tað er ikki Føroya Landsstýri sum skal lastast fyri manglandi seriøsitet í hesum føri, tí átti tú at kanna viðurskiftini innangátta, áðrenn tú loypir á F.L.
Skattaprosentið í Vági og á Tvøroyri er 22,8 % sum er tað hægsta í landinum, meðan skattaprosentið í Fámjin er 16,3 % og tað næstlægsta í landinum. Ein samanlegging til eina ella tvær kommunur, vil føra við sær, at skattaborgarar í Fámjin skullu rinda 5 - 6 % meiri í skatti. Tí er relevant at spyrja.
?Høvdu skattaborgarar í Vági ella Tvøroyri gingið við til at skattaprosenti fór 5 - 6 prosent upp??
Um teir ganga við til tað, hví gera tit tað so ikki nú beinanvegin? Eg spyrji bara.
Hevur tú, Tom Silvurdal, roknað út, hvat skattaprosentið verður í einari stórkommunu í Suðuroy?
Sannheitin er nokk tann, at seriøsitetur manglar í allarhægsta grad hjá kommunupolitikkarum í teimum stóru kommununum. Men tann nývaldi borgarstjórin í Vági sýnist at verða seriøs og eg vænti eisini, at tað verður hon, sum kemur at draga tað longra stráði. Og tað verður eisini ein seriøsur persónur, sum verður borgarstjóri í einari stórkommunu í Suðuroy. Eingin av núverandi diktatorunum hevur nakran kjans.
Frá serøsiteti fara vit til revolvaran.
Tú sigur, at framtíðin hjá Suðuroynni skal ikki skipast við revolvarapolitikki.
Tú veit, at trýst gevur móttrýst. Landsstýrið kom suður til Vágs við einum uppskoti. Men teir fingu revolvaran fyri pannuna og fóru síðan norður aftur.
Har er tað at tað startar. Eingin vilji til at samstarva og fáa sum frægast burtur úr. Norður aftur við teimum sum skjótast.
Tú kann lesa tína egnu grein í Sosialinum 21.sept 2004. Eg loyvi mær at citera: Hví kann tjóveldisleiðslan í Vági ikki verða meiri ?diplomatisk? og fáa meira burtur úr eini vitjan av løgmanni og tveimum landsstýrismonnum, enn at geva hesum ein frammaná og senda teir retur til Tinganes? Citat slutt.
Tú má duga at síggja, at tað var har í revolvarin fyrst var havdur á lofti.Og tá tú sigur, at framtíðin skal ikki skipast við revolvarapolitikki, so vil eg, mín góði vinur, siga, at tað er alneyðugt í hesum føri. Tíverri eru eingi onnur ráð til at taka.?Tíverri?.
Um Miðnámsskúlin liggur her ella har er líka mikið, men geografiskt liggur hann betur fyri í Hovi, og eitt ellis- og røktarheim liggur væl fyri á Tvøroyri, men eitt heim afturat í Vági, hevði gjørt tað hugaligari hjá okkum eldri at sæð fram til. Tað er ein sjálvfylgja hjá einum sandvíkingi at fáa pláss á ellisheiminum á Tvøroyri, men tað er ikki ein sjálvfylgja hjá einum sumbingi at fara á ellisheim á Tvøroyri, hann hevur einki val. Honum hevði betur dámt at komi til Vágs.
Miðnámsskúlin var upprunaliga í tveimum. Ein partur á Tvøroyri og ein partur í Vági, av berum klandri.
Síðan var avgjørt at hann skuldi byggjast í Hovi. Landsstýrið skar ígjøgnum. Hetta stóð við til ein dag meðan løgmaður var burturstaddur. Tá broytti táverandi landsstýrismaður avgerðina og flutti skúlan til Vágs. Tann avgerð hevur so staðið við til nú. Tað var eitt kvett gjørt á náttartíð.
Tað er tí einki løgið í, at ein nýggjur landsstýrismaður leggur uppskot fram um at broyta avgerðina til tað gomlu avgerðina.
Suðuroyingar standa saman um at skúladepilin skal verða í Hovi og ellisheim í Vági. Hvussu ber tað til, at Vágs býráð ikki tekur av einum tilboði um lagaliga fígging til ellisheim, og samstundis sigur at teir hava ikki ráð at byggja ellisheim? Bíðilistin er langur og ikki vil kommunan rinda gomlum fyri at fara á heim í aðrari kommunu. Tey gomlu eru gíslar í hesum málinum.
Minnast skal til, at landsstýrið kom við hesum uppskoti orsakað av stóra arbeiðsloysinum í sunnaru helvt. Tørvur var á støgugum arbeiðsplássum. Skúlin kann sum sagt liggja hvar sum helst, hann skapar ikki fleiri arbeiðspláss, men ellis- og røktarheimsprojektið gevur millum 50 og 100 arbeiðspláss og lagaliga fígging og bíðilistarnar burtur. Hetta ger, at tey í sunnaru helvt, og sum ídag starvast á Tvøroyri, kunnu fáa arbeiði í Vági og spara tað nógvu koyring, samstundis sum fleiri í norðaru helvt kunnu fáa arbeið á Tvøroyri.
Latið nú vit og skil ráða.