Finnleif Guttesen
Tvøroyri
Hesin spurningurin stingur seg upp hvørt ár og vit sum búgva í Suðuroy, vilja gjarna hava eitt svar.
Um sami syndarligi sjónleikur skal fara fram ár 2001 sum undanfarnu ár vita vit ikki, men tað vil so ikki undra nakran.
Tey seinastu árini hava allar loysnir hjá landsstýrunum verði ?hovsa? loysnir og fyri okkum í suðuroy hevur tað veri vánaligar loysnir.
Vit vita øll, at tað er samgongan sum avger hvussu nógv SL fær játta, so tað er ein politiskur spurningur, hvørja tænastu SL kann bjóða suðuroyingum.
Eftir fíggjarætlani skal inntøkan økjast við 2 mill. kr. og útreiðslan minkast við 3 mill. kr. hjá oyggjaleiðum, mín spurningur er tí:
Skal inntøkan økjast við hækkandi ferðaseðlaprísum?
Skal útreiðslan minkast við, at túratali hjá Smyrli fækkast?
Við teimun høgu oljuprísum og gomlun skipum, er tað eitt sindur løgið at útreiðslurnar minka, men er hetta vegna effektivitet og ikki vánaligari tænastu, kunnu vit bert frøðast yvir at SL megnar hetta.
Nú vetraferðaætlanin hjá SL verður sett í gildið, fækkast túratalið til Suðuroy.
Hetta vísur at samgongan ikki hevur broytt hugburð viðvíkjandi Suðuroy og útjaðarinum í Føroyum, alt skal verða sum tað hevur verið í undanfarnum tíðum, eingin betring, bert orðageipan, sum skal sissa palleba í útjaðarinum.
At eitt ferðamannaskip kemur ístaðin fyri SMYRIL er eitt altjóða krav, sum øll framkomin lond vilja fylgja, eisini Føroyar, hesi krøv skulu verða uppfylt í 2005.
Samgongan sigur seg hava ætlan um at hetta skip skal verða klárt at seta í sigling um árskiftið 2003 /2004, hetta er tíanverri ivingarsamt, tí higartil er alt ov lítið av pengum avsett til hetta skip, sum helst kemur at kosta millum 250-300 mill.kr.
Fíggjarætlanin vísur, at bert 30 mill.kr. eru avsettar í 2001, 100 mill.kr. í 2002 og síðani einki, so eftir hesum at døma kemur einki nýtt skip fyrr enn 2005/ 2006, tá Smyril ikki kann sigla meira vegna altjóða krøvum.