Fyrsta boð
Um tú lesur í Føroyum, so er lestrarstuðulin í miðnámsskúlum 1.737 kr/mán., meðan stuðulin til hægri útbúgvingar er 3.607 kr/mán.
Lesur tú hinvegin í Danmark ella aðrastaðni, so kanst tú fáa danskan lestrarstuðul (SU), sum er umleið 5.217 kr/mán. eftir skatt. Hetta er galdandi fyri bæði miðnams- og hægri útbúgvingar Hetta merkir, at tað er ein munur á ávikavist 1.610 kr/mán og 3.480 kr/mán millum SU og føroyskan lestrarstuðul.
Føroyingar fáa eisini R- frádrátt í Danmark, sum merkir, at mann kann forvinna 71.000 kr, áðrenn mann skal gjalda skatt.
Vilja vit hava føroyingar at blíva verandi í Føroyum, so eiga vit at fáa SU og R-frádrátt inn í ta føroysku stuðulsskipanina. Føroyingar skulu sjálvir hava frælsið at velja, um teir vilja at lesa á jøvnum føti í Føroyum ella aðrastaðni.
Annað boð
Vit eiga eisini at økja um fjarlestur. Teir fysisku karmarnir hava ikki sama týdning sum fyrr. Tað eru nógvar hægri útbúgvingar, har tað ikki neyðugt at vera fysiskt til staðar. Tað er í fleiri førum nokk við eini teldu og internetsambandi. Tískil eiga vit at samstarva við onnur universitet, soleiðis, at vit fáa útbúgvingar heim til okkara, so tað ikki er neyðugt hjá føroyingum at flyta av landinum.
Við hesum broytingunum, so økja vit um tað persónliga frælsið hjá føroyingum, tí fleiri møguleikar merkja meir frælsi.