Styrkið fiskivinnuna á landi

- Sjálvandi kann og skal fiskivinnan á landi vera ein lønandi vinna, sum gevur nakað til arbeiðstakarar, sjófólk, vinnulívsfólk og samfelagið sum heild. Heldur enn at kappast um at spáa deyðan yvir flakavinnuna á landi átti politiska landslagi at tryggja enn betur karmar fyri vinnuna.

Tað skrivar Føroya Arbeiðarafelag í skrivi, sent fjølmiðlunum.

Fyri starvsfólk í fiskivinnuni á landi er stórur og óneyðugur ótryggleiki. Tað er átaluvert, at politikarar, við løgmanni á odda, kappast um útsagnir, sum til einkisgera tað stóra arbeiði, sum eini 1000 fólk kring alt landið gera í fiskivirkisvinnuni á landi, heldur Føroya Arbeiðarafelag.

- Tað er ikki hugaligt, at ovasti landsins leiðari sigur, at títt arbeiðspláss verður burtur innan trý ár. Tað er eisini hugstoytt, at eingin útsøgn er um, hvat tær nógvu familjurnar skulu gera, sum í dag hava sítt livibreyð í fiskivinnuni. Tað eru ikki nøkur fá fólk, tað rakar, men familjur í hundraðtali, um fiskivinnan á landi verður avtikin, stendur skrivað.