- Stuðulin úr Føroyum ómetaliga stóran týdning

 

Ein teirra, sum undirhelt í hølunum hjá føroysku fólkatingslimunum á Mentanarnáttini var Høgni Lisberg, sum fyri stuttum gav út fløguna Con Man. Høgni hevur fingið sera góð ummæli í Føroyum, men enn hevur fløgan ikki gjørt seg galdandi í umheiminum.

 

- Tað hevur ófatiliga stóran týdning fyri meg, at føroyingar hava tikið so væl ímóti fløguni. Tað gevur mær orku til at halda fram við mínum virksemi, greiður Høgni Lisberg frá.

 

Tó so slær hann fast, at viðvindurin út Føroyum ikki ávirkar, hvussu danir ella onnur síggja fløguna.

 

-Tað tykist mær mest sum, at danir og mín tónleikur ikki hóska saman. Mín fyrra fløga slóð ikki í gjøgnum í Danmark, og tað sær út til, at tann nýggja heldur ikki passar saman við dønum, sigur Høgni Lisberg.

 

Hoyr samrøðuna við Høgna Lisberg her: