James Mattis, verjumálaráðharri í USA, segði á fundi gjár við sínar starvsfelagar í NATO felagsskapinum, at skattgjaldarin í USA ikki longur vil rinda órímiliga nógv inn í hernaðarsamgonguna.
Tað skrivar The Times í dag.
Mattis segði, at í ov nógv ár hevur ein ov stór byrða verið á USA at halda samgonguni uppi, men at tað fór at enda nú.
“USA fer at halda sína skyldur, men um hini londini ikki vilja virða sínar skyldur, so at vit kunnu tryggja okkara egnu framtíð, so fer USA at trekkja seg”, segði Mattis millum annað tá hann heitti á hini londini um at seta størri upphæddir av til verju og til verjusamgongur sum til dømis NATO.