Stríðsval í Fiskimannafelagnum

Freistin at stilla upp til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag gongur út á miðdegi í dag, men longu nú er greitt, at stríðsval verður um formanssessin.

 

Sniálvur Røvilsberg váttar fyri in.fo, at hann fer at stilla upp móti sitandi formanni.

- Tað er ymisku viðurskifti, sum ikki eru í lagi, og sum Jan Højgaard ikki hevur megnað at fingið ígjøgnum. Tí havi eg valt at stilla upp til formansvalið, sigur Sniálvur Røvilsberg í stuttari viðmerking.

 

Sniálvur Røvilsberg hevur verið limur í Fiskidaganevnini og áður verið limur í Føroya Fiskimannafelag.