Streymurin farin um alt meginøkið

Ein nýtslufeilur í sambandi við vindmyllulundina hjá SEV í Húsahaga er helst orsøkin til, at alt meginøkið liggur svart í løtuni.

Ein nýtslufeilur í sambandi við vindmyllulundina hjá SEV í Húsahaga er helst orsøkin til, at alt meginøkið liggur svart í løtuni.

 

Tað sigur Finn Jakobsen, tekniskur stjóri hjá SEV

 

Um fýratíðina fór streymurin um alt meginøkið. Tað vil siga alt landið uttan Suðuroy og onkur av útoyggjunum.

 

– Teir eru í ferð við at starta Eiðisverkið uppaftur nú, síðani verður Sundsverkið tendrað. Streymurin skuldi verið komin aftur um alt landið innan 20 minuttir, sigur Finn Jakabsen, tekniskur stjóri hjá SEV.