Strandferðlsan oyðileggur privat virksemi

Tað sigur skiparin og kokkurin á Norðlýsinum, Birgir Enni, í samrøðu í Vikuskiftissosialinum.

Tað sigur skiparin og kokkurin á Norðlýsinum, Birgir Enni, í samrøðu í Vikuskiftissosialinum.

 

Í ískoytisblaðnum Mentan, sum er í Sosialinum hetta vikuskiftið, er stór samrøða við Birgir Enni, skipara og kokk á Norðlýsinum.

 

Í greinini, har hann greiðir frá um at síggja virði og møguleikar í tí tilfeingi, sum vit hava, finst hann eisini at Strandferðsluni, sum leggur meinbogar í vegin fyri privatum virksemi í ferðavinnuni við at krevja láturliga lágar ferðaseðlaprísir.

 

- Við Strandfarðarskipum Landsins gjalda útlendsk ferðafólk millum 30 og 60 krónur fyri túrar til Nólsoyar, Fugloyar og Mikines, sigur Birgir Enni.

 

- Hetta eru góðir prísir fyri tey lokalu,  men hetta eru láturligir prísir til vanlig ferðafólk. Vit vilja hava eina ferðavinnu, men tá hesi ríku fólkini so koma, so loyva vit teimum ikki at gjalda.

 

Birgir Enni vísir á, at hann fleiri ferðir hevur roynt at tosa við politikkarar um hendan trupulleika. Men eingin vil gera nakað við tað.

 

- Ferðafólk ringja til mín og spyrja, hvussu nógv ein túrur út til Borðuna og Nólsoynna kosta, og so flenna tey, tá eg sigi prísin, tí tey kunnu koma út har við Strandferðsluni fyri ein tíggjunda part av okkara prísi. Og tað er sama skil við tyrluni. Strandferðslan oyðileggur alt privat virksemi í ferðavinnuni, men politikkarar gera einki við tað, og miðlarnir tiga.

 

Lesið alla samrøðuna við Birgir Enni í ískoytisblaðnum Mentan í Sosialinum hetta vikuskiftið.

 

Blaðið kann eisini keypast á sos.fo