Komandi illveðrið hevur við sær, at Strandferðslan longu nú boðar frá, at fleiri túrar verða avlýstir í kvøld.
Strandferðslan skrivar á heimasíðu síni, at teir báðir seinnu túrarnir hjá Smyrli í dag verða avlýstir. Smyril siglir tí seinasta túrin av Havn í dag klokkan 13 og av Tvøroyri klokkan 15.30.
Sandoyarsiglingin verður eisini rakt av illveðrinum. SSL skrivar, at Teistin siglir seinasta túr úr Skopun klokkan 16.20 og av Gomlurætt klokkan 17.20.