Oljuáhugafelag
Mánadagurin 2. apríl kann gerast ein varði í føroyskari vinnusøgu. Tí henda dagin er ætlanin at stovna eitt sokallað ?bransjufelag? fyri allar føroyskar fyritøkur, sum eru ella ætla sær at vera við í eini komandi oljuvinnu. Tað er Vinnuhúsið/Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum tekur stig til hetta áhugaverd a tiltakið. Higartil hava áhugmálini hjá føroyskum fyritøkum, sum virka í oljuvinnuni, verið umsitin av Vinnuhúsinum og Oljubólkinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Nú meira ?kjøt? bráddliga er við at koma á nýggju vinnuna eru avbjóðingarnar og harvið eisini umsitingarliga arbeiðið nógv størri. Tað er hetta , sum tey í Vinnuhúsinum hava sannað. Eitt fólk varð herfyri sett til at taka sær av at samskipa uppgávur í sambandi við nýggju oljuvinnuna. Og tað er greitt, at tað verður nógv at tríva í og halda skil á, nú ein heilt nýggj og stór vinna ger innrás í oyggjarnar.
Oljubólkurin hevur í dag skrásett 145 føroysk virki og fyritøkur, sum siga seg hava áhuga fyri at vera við í ella fylgja við í komandi oljuvinnuni. Fyribils er so skotið upp at kalla nýggja felagið fyri ?Oljuvinnufelagið? og kemur tað at verða bygt upp eins og t.d. Havbúnaðarfelagið, sum í dag er áhugafelagið hjá teimum føroysku alarunum.
Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum sigur seg vóna, at tað verður stór undirtøka til aðalfundin. Hann heldur sjálvur, at hetta er rætta løtan at fara undir at stovna hetta felagið, tí nú verður av álvara farið í gongd við nýggju vinnuni. Hann ivast ikki í, at tørvur er á slíkum felag, tí mangt bendir á, at komandi oljutilgongdin fer at síggjast aftur í øllum tí føroyska samfelagnum. Tá er umráðandi at eisini føroysku fyritøkurnar hava sítt egna felag og har eisini kunnu tosa við einari rødd. Tað skal so aftur lætta um samskiftið við bæði myndugleikar og útlendsku feløgini, sum á ein ella annan hátt fara at hava tilknýti til komandi útviklingin í Føroyum.