Stórur dagur á Stamford Bridge

Í stóru grannauppgerðini í London heldur Arsene Wenger fyri 1000. ferð um Arsenal stýrisvølin

Lyklauppgerð í kappingini um meistaraheitið er á dagsskrá í London á middegi. Á Stamford Bridge fær toppliðið Chelsea vitjan av grannunum í Arsenal, sum eru fýra stig aftanfyri og hava spælt ein dyst færri enn toppliðið.

Henda grannauppgerðin er heilt serlig, tí 64 ára gamli Arsenal venjarin Arsene Wenger, sum hevur verið í Arsenal síðani í 1996, í dag hevur ábyrgdina av liðnum fyri 1000. ferð.

Umframt tey bæði størstu London liðini eru tvey onnur lið við í kappingini um meistaraheitið, og tey skulu bæði í eldin í dag. Manchester City eigur heimavøll ímóti Fulham, og Liverpool skal spæla á útivølli í Cardiff. Liverpool hevur sama stigatal sum Arsenal, og Manchester City hevur tvey stig færri enn Liverpool og Arsenal og hevur spælt tveir dystir færri.

 

Chelsea-Arsenal kl. 12.45

Norwich-Sunderland kl. 15.00

Newcastle-Crystal Palace kl. 15.00

Manchester City-Fulham kl. 15.00

Hull-West Bromwich Albion kl. 15.00

Everton-Swansea kl. 15.00

Cardiff- Liverpool kl. 15.00

West Ham-Manchester United kl. 17.30