Stjørnan á finalukós

Stjørnan tekur ímóti StÍF í seinnu hálvfinaluni í Sunset kappingini leygardagin, og her er Stjørnan væl á veg at koma í finaluni

Stjørnan vann nevniliga fyrra dystin við 10 málum, og tí skal ganga av skriðuni, um tær ikki koma í finaluna. Dysturin verður leygardagin kl. 15 í KÍ-høllini.