Stjórin á Rúsuni farin úr starvinum

Stjórin á Rúsdrekkasølu Landsins hevur sagt seg úr starvi og er farin heim. Hon sigur, at ov lítil tíð til familjuna er orsøkin til, at hon hevur valt at gevast

Dagmar Joensen, sum hevur verið stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins síðani byrjanina í 1992, hevur sagt seg úr starvi, og hon er eftir egnum ynski fríttstillað í uppsagnartíðini.
Sosialurin royndi fyrrapartin í gjár at fáa fatur á Dagmar Joensen, men tað eydnaðist ikki.
Dagmar Joensen segði við Útvarpið, at hon hevði sagt seg úr starvinum av persónligum orsøkum. Ov nógv arbeiði og ov lítil tíð til familjuna høvdu gjørt, at hon valdi at gevast.

Fyribils uppgáva
Maria Róin, sum er deildarstjóri á vinnudeildini hjá Vinnumálaráðnum, er sett sum fyribils stjóri á Rúsdrekkasøluni. Hon fekk mánadagin álagt at fara til arbeiðis á Rúsuni, og hon hitti starvsfólkið fyrstu ferð seinnapartin mánadagin.
 Mín uppgáva er at røkja stjórastarvið fyribils, og eg rokni við, at nýggjur stjóri verður settur innan stutta tíð, sigur Maria Róin.

Søkja eftir nýggjum stjóra
Arne Poulsen, aðalstjóri í Vinnumálaráðnum, sigur, at stjórin á Rúsdrekkasøluni hevði sjálv gjørt av at fara úr starvinum, og at hann kann einki siga um orsøkina.
 Tað kann bara stjórin sjálvur svara fyri, sigur Arne Poulsen.
Aðalstjórin sigur, at nú verður søkt eftir nýggjum stjóra til Rúsdrekkasølu Landsins, og at væntandi kann nýggjur stjóri setast um nakrar vikur.