Helgi Brekku, fyrrverandi bankamaður í Havn, stovnaði Sp/f SetHúsaSøluna fyri seks árum síðan, og hevur hann rikið fyritøkuna til 1. juni 2004, tá Hannelena Mittún Jacobsen tók við sum nýggjur stjóri og eigari av fyritøkuni.
Hannelena er ættað av Selatrað. Hon er útbúgvin bankakvinna og fór í bankalæru í Handelsbanken (nú Danske Bank) í Keypmannahavn í 1966.
Í 1975 byrjaði hon í Sjóvinnubankanum í Havn 1975 og síðan 1994 í samanlagda bankanum, Føroya Banka. Hon kennir tí allar mannagongdir innan fígging og hevur eisini drúgvar royndir við húsafígging.
Hannelena er gift við Høgna Jacobsen úr Havn, og tey eiga tvey børn: Annika og Ingi. Eisini eiga tey 3 ommu- og abbabørn.
Fríggjadagin 4. juni frá kl. 15-17 verður móttøka á SetHúsaSøluni í sambandi við eigaraskifti.