Stjóraskifti í Kringvarpi Føroya

Í sambandi við at Annika Mittún Jacobsen er farin í annað starv, og Dia Midjord hevur tikið við sum stjóri í Kringvarpi Føroya, verður móttøka í kringvarpshúsinum í Sortudíki í dag frá kl. 15.00 til 17.00.

Annika Mittún Jacobsen og maðurin hennara, sum er finni, hava búð í Føroyum í átta ár, og í hálvt fimta ár hevur hon verið stjóri í Kringvarpinum. Nú flytir familjan til Keypmannahavnar, har fyrrverandi kringvarpsstjórin skal starvast hjá Scandinavian Data Central.

Nýggi stjórin, Dia Midjord, er 45 ára gamal. Hann hevur journalistútbúgving og masterútbúgving í ítróttarleiðslu. Hann hevur starvast sum journalistur í Kringvarpinum í 11 ár, og hevur verið limur í kringvarpsstýrinum í fýra ár. Eitt tíðarskeið var hann redaksjónsleiðari á tíðindadeildini í Kringvarpinum.

Starvið sum kringvarpsstjóri er áramálssett til fimm ár.