Stimbrið búskapin

Jan Otto S. Holm, óheftur fíggjarráðgevi
............

Tað er uppi í tíðini at tosa um kreppu, og tað hevur nærum ikki verið møguligt at lata miðlar upp utt­an, at hetta evnið hevur verið viðgjørt. Upp­runin stavar frá teirri herviligu skuldar­kreppuni, sum fleiri suðurevropisk lond eru í. Fleiri av hesum lond­um hava eina ovurhonds stóra almenna skuld, sum er størri enn teirra bruttotjóðarúrtøka (BTÚ). Hetta er, sum vera mann, ein stórur trupuleiki fyri hesi londini.
Í Føroyum stendur lutfalsliga væl til viðvíkjandi halli og skuld. Búskaparráðið metir, at samlaða almenna hallið í ár verður umleið 4% av BTÚ. Tað er m.a. hetta hall, sum førir við sær almenna skuld, og ráðið metir eisini, at almanna bruttoskuldin verður umleið 45% av BTÚ í 2012. Hesi tøl vísa, at Føroyar eru væl fyri, tá tað um skuld ræður. Her­um­framt er áhugavert og ikki minni við­kom­andi, at danskur professari herfyri vísti á, at tað ikki er fyrr enn almenna skuldin hækkar upp um 80-90% av BTÚ, at støðan gerast hættislig og kann fáa neiliga ávirkan á búskaparvøksturin. Við øðrum orðum kann føroyska skuldin tvífaldast, við verandi BTÚ, áðrenn vandi er á ferð. Hetta er áhugavert.
Hóast Føroyar als ikki kann sammetast við skuldarbundnu londini í Evropa, er tað sum um politiski mynduleikin kortini vil sleppa upp í part, og hann er veruliga farin í hernað móti føroyska hallinum og skuldini. Seinastu vikurnar hava landsstýrismenn nærum kappast um at greiða frá hvørjar sparingar eru ætlaðar á júst teirra málsøkjum.
Tað er líkt til, at hesir politikarar hava gloymt, ella ikki vita, hvør teirra uppgáva er í samfelagnum. Tað er skyldan hjá politikarunum at føra ein stimbrandi fíggjarpolitikk, tá ringar tíðir eru, og ein tálmandi fíggjarpolitikk, tá góðar tíðir eru, og við verandi skuldar- og búskaparstøðu er veruliga gjørligt og neyðugt at stimbra búskapin.
Hvussu ber tað til, at førdi búskaparpolitikkurin í Føroyum farnu árini, meira sum regul heldur enn undantak, hevur styrkt um konjunkturarnar? Hví verður tálmað og táttað í, tá tørvur er á at stimbra og seta ferð á? Ein orsøk er, at nógvir politikarar blanda tjóðarbúskapin við ein húsarhaldsbúskap. Hetta er grundleggjandi skeivt. Í einum tjóðar­búskapi er alneyðugt, at hallið stundum er stórt fyri at halda samfelagshjólini gangandi. Hetta førir við sær skuld, og tað er ikki ein trupulleiki – í løtuni er tað hinvegin neyðugt.
Tað er eisini skyldan hjá politikarunum, at hugsa um framtíðina – at vera visjónerir. Tí er tað ræðandi, at fleiri av sparitiltøkunum, ið eru ætlaði at seta í verk, fullkomuliga mangla visjónir. Hóast tað er sera ógreitt júst hvat ætlanin er, so eru boð m.a. komin um, at partur av lestrarstuðli til ávís lesandi, skal rindast aftur, um tey lesandi ikki flyta aftur til Føroyar eftir loknan lestna. Hetta kann vísa seg at gerast ein vanlagna fyri landið. Størsta tilfeingið hjá okkum er ungdómurin. Fyri tað fyrsta er vandi fyri, at øll tey ungu nú fara til Danmarkar at lesa. Hóast donsku lærustovnarnir eru framúr­skarandi, so er alneyðugt, at lærdómurin verður so fjølbroyttur sum møguligt, og at tey ungu nema sær kunnleika úr so nógvum londum sum gjørligt. Haraftrat er vandi fyri, at nógv ung setast aftur, nú ávísur stuðul kann enda sum lán. Heldur enn at tálma útbúgvingarmøguleikarnar, skuldu politikararnir júst nú stimbra soleiðis, at enn fleiri ung fóru at útbúgva seg. Tá tíðirnar so venda, og tað gera tær, er brúk fyri hesum vælútbúna ungdómi at koma heim at skapa vøkstur og byggja land.