Premier League-felagið Wigan almannakunngerð í dag, sín nýggja venjara, eftir at Chris Hutchings fekk sekkin, fyrr í ár. Avloysarin verður navnframi Steve Bruce, ið skal royna at venda ófantaligu gongdini í Wigan og royna at halda lív í vónini um at halda sær í bestu ensku deildini.
Dave Whelan, formaður í Wigan, hevur ásannað fyri Sky Sports, at Steve Bruce verður nýggjur manager. Wigan hevur keypt Steve frían av sáttmálanum í Birmingham, fyri á leið 3 milliónir pund (á leið 30 milliónir krónur). Bruce skal longu leygardagin í eldin, sum manager hjá Wigan, tá teir fara til London at vitja Arsenal á Emirates leikvøllinum.