Hetta verður tó ikki gjørt á heilt vanligan hátt. Baldwin fer nú á eina stóra rundferð við prædikum, skateboardum og BMX súkklum. Trúboðanarferðin verður rópt The Upprising Core Tour. Baldwin sigur við Reuters, at tá Guð kallaði hann til sín, so vildi hann ikki hava Stephen Baldwin at halda uppat við at vera Stephen Balwin, men vildi hava hann at halda uppat við at synda. Tí brúkar Baldwin sína persónligheit og støðu sum filmstjørna, til at boða boðskapin til ung fólk. Hann hevur eisini gjørt eina teknirøð, ið eitur The Spirit Warriors, ið vendir sær til Skateboard ættarliðið við kristna boðskapinum.










