Steintór Rasmussen hevur øll átta árini, Summarfestivalurin hevur verið til, saman við øðrum staðið á odda fyri honum.
- Eg eri sera væl nøgdur við skránna í ár. Vit hava roynt at gjørt hana bæði fjølbroytta og áhugaverda, og tað, haldi eg, hevur eydnast okkum, sigur Steintór.
- Vit hava roynt at fevnt breitt bæði viðvíkjandi aldri og stíli. Eitt nú hava vit í ár Bobby Bare umboðandi country, D-A-D umboðandi rokkin og Rasmus Seebach umboðandi poppin.
Tað slepst ikki runt um, at Summarfestivalurin í fjør var nakað heilt serligt, tá Westlife vóru í Klaksvík og megnaðu at savna kanska ta størstu konsertfjøldina í Føroyum nakrantíð.
- Í fjør høvdu vit eitt ordiligt høvuðsnavn, sum man ikki kundi diskutera. Í ár hava vit heldur trý høvuðsnøvn til tríggjar ymiskar stílar.
At enda sigur Steintór:
- Vit royna at koma so nógv runt sum gjørligt. Tað er næstan ógjørligt at gera øllum til vildar hvørt ár.