Síðani byrjað varð at skifta takið á Badmintonhøllini, hava bæði vaksin og børn í Frítíðarskúlin upplivað allergiskar reaktiónir. Roknað verður við, at hetta stendst av dusti, sum kemur frá loftinum í sjálvari Badmintonhøllini.
Leiðslan fyri Frítíðarskúlan hevur tí saman við Tórshavnar Kommunu gjørt av, at royndir nú verða tiknar av loftinum, og til úrslitið av hesum fyriliggur, verður høllin stongd.
Fyri sjálvan Frítíðarskúlan merkir hetta, at børnini í størri mun verða uttandura komandi tíðina, eins og tey eisini hava møguleika at nýta Høllina á Hálsi.