HB spælir í annaðkvøld móti Derry City í 1. undanumfarinum í UEFA Conference League. Føroyski landsliðsspælarin, Stefan Radosavljevic, spælir við írska Sligo Rovers og hann hevur júst spælt móti Derry City í landskappingini. Derry City vann 2-1.
Úr írska BBC verður sagt, at Derry City er eitt tekniskt lið, sum dámar væl at spæla bóltin. Eisini í samband við málspørk. Í so máta skulu liðini eitast at hava líknandi spælihátt.
- Útfrá okkara dysti, so spældu teir ikki nógv frá málsparki, tí vit pressaðu teir høgt. Men teir eru eitt tekniskt lið við góðum spælarum á miðjuni og kantunum, tá allir spælarnir eru klárir, sum tað tykist í løtuni, sigur Stefan Radosavljevic.
Her verður millum annað víst til Patrick Mceleney, William Patching og Michael Duffy. Síðstnevndi byrjaði inni móti Sligo Rovers, meðan hinir báðir komu inn. Veddingarfyritøkurnar hava HB til ein lítlan favoritt til heimadystin, men Stefan Radosavljevic væntar at gestirnir nokk mugu átaka sær favorittleiklutin samanlagt.
- Tað er ringt at siga, men yvir tveir dystir, so haldi eg at Derry City eru favorittar. Størsti munurin er leikferðin og fysikkur, sigur Stefan Radosavljevic.
HB er strykismett sum nummar 259 í Evropa, meðan Derry City er 83 pláss longur afturi. Írska felagið er nummar 342 á styrkilistanum. Hesin styrkilistin sigur tó ikki alla søguna.
HB og Derry City spæla á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.