Jústines Leivsson Eidesgaard, rithøvundur, skrivar í Sosialinum um starvslønirnar, sum goldnar eru úr Mentunargrunni landsins tey síðstu 6 árini.
Eg kann bara taka undir við Jústines um greinina sum heild.
Eg søkti sjálvur í 2004 um stuðul til millum annað liðugtgerðan av 5 yrkingasøvnum, útgávu av eini tónleikabók við uml. 200 løgum, útgávu av eini skaldsøgu og útgávu av einum stuttsøgusavnið, men fekk tað sama noktandi, fotokopieraða hópsvari frá Róa Patursyni, sum Jústines sigur, at hann fekk.
Nú eri eg soleiðis innrættaður, at tað skuldu nógv mørk flytast hjá mær bara fyri at senda eina slíka umsókn inn. Mann hevur jú sín stoltleika.
Men orsøkin til at at søkja var jú tann, at eg sá ongan annan møguleika fyri at fáa liðugtgjørt mínar ætlanir um útgávur. Tær ætlaninar vóru tá knústar og, í mínari verð, farnar afturum.
Men hinvegin so haldi eg við Jústines, at tað er tó nógv fyri, at hesir sjálvrættvísu mentunarpávar sleppa at hóreiggja sær, sum teimum best líkar við vina- og kenninga politikki, so eg sigi bara, sum abbi plagdi at siga um okkurt, sum smakkaði ella hugaði honum illa: fy, for fanin !
Stættarfløkja
Nú gorra tey alvorliga, tey, sum á rókum sita,
ikki minst tey, sum árliga svølgja hvørjum bita.
Sum geykaungin troðkar øll hini út úr reiðri,
vilja hesir mentunarpávar, at bert teir skulu fáa meiri.
Nei, nú skal ikki ein og hvør av Pallebasa stætti
geva bøkur og fløgur út og ganga runt í hatti.
Nú skulu bara vit vælbjargaðu, vit akademisku, skúlaðu,
argaðu,
øll tey professionellu, genialu og ikki hesi banalt,
sentimentlu,
sleppa runt um trogið at dansa, vit eru jú so von við,
uttan vansa,
at ganga runt í akademisku háborgini og svansa.
Hvusssu kann nakar halda, at ein sjómaður, ein sovorin
apa,
skal kunna skriva, syngja og skapa?
Og ein timburmaður, við hondum sum ein risi,
hvussu skuldi hann havt lisið?
Hvussu skuldi Palleba við sínum 7 ára skúla,
hvussu skuldi Pallina, den kúla,
hvussu skulu tey halda, at tey eru nakað?
Allar bøkur, fløgur og málningar, tey árliga út geva,
skuldi alt verið aftur í høvdið á teimum blakað!
Og sjálvt, um tey sjálv gjalda tann kassa,
sum vit professionellu eru sett at passa,
so meina vit akademisku, summi í hatti,
at í Føroyum er nokk við einum mentunarstætti.
Valdemar á Løgmansbø