Starvsfólk hótt á skaðastovuni

Sjúkrarøktarfrøðingarnir á skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum uppliva av og á at verða hóttir, og lagt verður eisini onkuntíð beinleiðis á tær

Tað gongur ikki altíð líka stillisliga fyri seg, tá ið fólk koma á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum, tí summi kunnu vera ill í sær.
- Eg vil ikki siga, at tað hendir ofta, men tað hendir, og i flestu førum eru tey óðu fólkini full, sigur Jórun Højgaard, sum er leiðari fyri intensivu deild og skaðastovuni.
Kanningar vísa, at eftir politistar eru sjúkrarøktarfrøðingar tann starvsbólkur, sum er mest útsettur fyri harðskap. Ein donsk kanning vísir, at sætti hvør sjúkrarøktarfrøðingur hevur verið fyri harðskapi í starvi sínum, men hildið verður, at talið er hægri, tí allir tilburður verða ikki fráboðaðir, og summi hava harðari húð enn onnur.
Í mars í fjør var Jórun Højgaard á eini altjóða ráðstevnu fyri intensivar sjúkrarøktarfrøðingar, og har varð løgd fram ein kanning um evnið. Kanningin varð gjørd í Ísrael.
Harðskapur móti sjúkrarøktarfrøðingum fer fram í øllum londum.
Ísraelska kanningin vísir millum annað, at 70 prosent av teimum harðligu er mannfólk, og at í trimum av fýra førum eru tað skyldfólk ella vinfólk hjá sjúklinginum, sum eru harðlig.
Flestu tilburðirnir eru um kvøldið og um morgunin, og eingin munur er á vikudøgunum.

Hendir javnan
Atvoldin til harðskapin er ónøgd við viðgerðina ella verimátan hjá sjúkrarøktarfrøðinginum.
Tann kanningin sigur, at 80 prosent av øllum sjúkrarøktarfrøðingum hava verið fyri harðskapi av einum ella øðrum slag.
Í Føroyum eru eingi hagtøl um hetta.
Jórun Højgaard vil ikki nevna nøkur dømi um harðskap á skaðastovuni á Landssjúkrahúsinum, tí samfelagið er so lítið, so fólk kunnu kenna seg aftur.
- Vit hava upplivað ymiskar tilburðir av harðskapi, har starvsfólk er blivin hótt á ymiskan hátt heilt frá at vera klórað, roytt, ting er kastað eftir teimum, og tað er eisini komið fyri, at fólk eru hótt eftir lívinum, sigur Jórun Højgaard.
Tað mesta er, at fólk brúka munn og hótta.
Tað er hent, at sjúkrarøktarfrøðingar hava fingið sálarligar trupulleikar eftir ein tilburð, men tað hevur tó ongantíð verið so galið, at nakar er farin úr starvi orsakað av einum tilburði.
Til fyri trimum mánðum síðan var hurðin inn til bráðfeingis móttøkuna opin, og fólk kundu spáka beint inn.

Hurðin stongd
- Men sum ein avleiðing av harðskapinum valdu vit at binda um heilan fingur. Nú er hurðin afturlatin.
Í dagtimunum eru tveir sjúkrarøktarfrøðingar á skaðastovuni, hinar tímarnar bara ein.
Sjúkrarøktarfrøðingarnir hava tosað um, at teir, sum eru á vaktunum, eiga at fáa upplæring í at duga betur at fara við fólki, sum eru uppøst. Teir hava líkan stóran tørv at duga tað kynstrið sum eitt nú politistar og starvsfólk á psykiatrisku deildunum
Tað hendir, at neyðugt er at biðja portørarnar um hjálp, og onkuntíð eru einastu ráð at ringja til politiið.
- Í onkrum føri hava vit verið noydd at biðja politiið koma eftir fólki, sum hava verið uppøst. Tað hevur ikki bara verið fyri okkara egnu trygd, men vit kunnu ikki bjóða øðrum sjúklingum slikt hússetur, sigur Jórun Højgaard.
Annars er tað ikki bara á skaðstovuni, at sjúkrarøktarfrøðingar uppliva harðskap. Tað hendir meira enn so, at sálarsjúk fólk og fólk í barndømi eru ill í sær.