Tað verður ikki í ár, at Start skal spæla sína fyrstu steypafinalu nakrantíð.
Start spældi í gjár á útivølli móti Fredrikstad, og hendan dystin vann heimaliðið 3-2.
Talan var um ein sera hendingaríkan dyst, har Start legði seg á odda 1-0, áðrenn Fredriksstad við tveimum málum tók leiðsluna. At Start á vegnum misti málverjan, bøtti sjálvandi ikki um støðuna, og hetta tóktist eisini blíva endaliga úrslitið.
Tíðin var um teir 92 minuttirnar, men sjey sekund áðrenn dómarin bríkslaði av, var Todi Jónsson upp á spæl. Og við einum góðum máli vissaði hann Start longda leiktíð.
Við tíggju monnum gjørdist uppgávan tó sera tung, og tá Fredrikstad aftur legði seg á odda, sá meira enn svart út. Start spenti tó álopsbogan sera høgt, og tað kanska eyka trúgv, tá Frerikstad misnýtti brotsspark. Men tað í sjálvum sær var ikki nóg mikið hjá Start, sum nú er úti úr steypakappingini.