Staðfesta talið av deyðum nærkast 22.000

Talið av deyðum hækkar enn meira í Turkalandi og Sýria eftir harða jarðskjálvtan mánadagin

 

Sløk 22.000 eru staðfest deyð eftir ógvusliga jarðskjálvtan, sum rakti Turkaland og Sýra harðast.

Tað er greitt, eftir at staðfesta talið av deyðum í Turkalandi er hækkað til 18.342.

Tað upplýsir turkiski katastrofumyndugleikin Afad í morgun sambært tíðindastovuni Reuters.

Harumframt eru higartil staðfest, at 3377 eru deyð í grannalandinum Sýria, skrivar tíðindastovan dpa.

Tað merkir, at staðfesta talið av deyðum tilsamans í báðum londum er 21.719.

Talið av særdum í Turkalandi er hækkað til 74.242, upplýsir Afad.

Tað var mánamorgunin klokkan 04.17 lokala tíð, meðan tey flestu svóvu, at ein jarðskjálvti rakti Turkaland og Sýra, sum eina roknaða styrki upp á 7,8. Eisini fleiri harðir eftirskjálvtar raktu økið.

Tilsamans vóru sambært Afad yvir 1000 eftirskjálvtar, skrivar Reuters.

/ritzau/