Vit kunnu bara gita, hvussu viðurskiftini verða millum ES og Ísland í framtíðini. Men vit vita, at hetta í verandi støðu ikki broytir okkara viðurskifti mótvegis ES. Okkara evropapolitikkur tekur støði í okkara egnu fortreytum og áhugamálum. Okkara áhugamál eru greið og broytast ikki frá degi til dags. Tískil broytist okkara uttanríkispolitikkur heldur ikki frá degi til dags
Framtíðarviðurskiftini millum Ísland og ES hava fingið stóra rúmd í føroysku miðlunum, síðan altjóða fíggjarkreppan tók kvørkratak um íslendska búskapin seinasta heyst. Yvirskriftirnar í føroysku miðlunum peika ymsar vegir, og tað er ikki av tilvild. Síðan ES-kjakið í Íslandi kyknaði aftur, er hugburðurin til íslendskan ES-limaskap broyttur fleiri ferðir. Hetta sæst í meiningakanningunum, har undirtøkan fyri ES-limaskapi síðan oktober 2008 hevur svingað millum heili 70 og 40 prosent.
Tað er púra natúrligt, at spurt verður, hvussu ein møguligur íslendskur ES-limaskapur ávirkar føroyska evropapolitikkin. Mítt svar til tann spurningin er púra greitt, at við verandi búskaparligum og ríkisrættarligum fyritreytum, broytist okkara evropapolitikkur ikki.
Íslendski vegurin til ES kann verða langur
Eitt av aðalmálunum hjá íslendsku stjórnini er at vinna ES-limaskap. Men tað eru nógvar kronglutar gøtur, sum skulu greiðast, áðrenn íslendskur ES-limaskapur kann gerast veruleiki.
Verður meiriluti í Althinginum um at taka upp samráðingar við ES? Fer Ísland at fáa undantøk á fiskivinnu- og landbúnaðarøkinum? Megnar Ísland at liva upp til strongu fíggjarligu krøvini hjá ES? Fer íslendska fólkið eftir loknar samráðingar at taka undir við ES-limaskapi á endaligu fólkaatkvøðuni?
Nógvir ósvaraðir spurningar eru knýttir at ES-spurninginum í Íslandi, og tí er kjakið ikki so einfalt, ið summir politikarar og eygleiðarar vilja gera tað til
Støðufesti avgerandi
Sum uttanríkisráðharri er tað av stórum týdningi at sýna støðufesti og ábyrgd mótvegis landsins áhugamálum. Tað ber snøgt sagt ikki til at broyta ella rætta føroyskan evropapolitikk eftir, hvat ið mett verður rørist í politisku skipanini í Íslandi ella í øðrum londum. Í løtuni er neyðugt at sýna hóvsemi og ikki lata seg tøla av gitingum um, hvussu onnur lond møguliga leggja síni viðurskifti til rættis.
Støðufesti er lyklaorðið í føroyskum evropapolitikki. Tað er at fegnast um, at eitt nærum samt Løgting hevur verið á einum máli um, at skilabesta evropapolitiska kósin er at arbeiða á tveimum mótum. Øðrumegin at vinna Føroyum limaskap í EFTA. Og hinumegin at virka fyri at víðka samstarvið við ES. Breiða semjan um evropapolitikkin í Føroyum hevur eisini havt við sær, at samgongur hava havt møguleikan at byggja á herðarnar hjá undanfarnum landsstýrum.
Tískil er avgerandi at sláa kalt vatn í blóðið, tá ið røddir bera fram, at vit alt fyri eitt mugu saðla um í okkara viðurskiftum við Evropa, tí Ísland sær út til at fara undir eina tilgongd, sum møguliga endar við ES-limaskapi.
Fyritreytir og møguleikar
Føroyskur og íslendskur evropapolitikkur kann ikki beinleiðis samanberast. Okkara útgangsstøðið og fyritreytir at virka í Evropa eru grundleggjandi øðrvísi enn tær íslendsku Okkara ríkisrættarliga støða setir nakrar greiðar karmar fyri, hvørja evropapolitiska stevnu vit kunnu hava. Hesar karmar sleppur Ísland undan at taka hædd fyri. Tí kann tað tykjast eitt sindur bláoygt, tá tað verður ført fram, at Føroya glaðbeintar skulu fylgja Íslandi inn í ES.
Havandi okkara ríkisrættarligu støðu í huga, er tað av stórum týdningi, at vit seta okkum nøkur greið og ítøkilig mál. Samgongan hevur sett sær fyri at nærkast Evropa við tættari samstarvi. Í samgonguskjalinum stendur:
“Føroyar skulu taka lut í evropeiska samstarvinum um tey fýra frælsini – vørur, tænastur, kapital og arbeiðsmegi. Nýggi samstarvsleisturin skal eisini nøkta framtíðar tørv innan skúla og útbúgving, gransking, mentan, heilsufrøði, fólkaheilsu og annað. Føroyar skulu gerast partur av evropeiska flogferðslusáttmálanum.”
Hesi mál kunnu øll røkkast við núverandi evropastrategi hjá samgonguni. Tí kann tað tykjast merkisvert, at einstakar røddir siga, at Føroyar nú brádliga skulu gerast limur í ES. Hesar røddir tykjast ikki at geva okkara ríkisrættarligu støðu gætur, ei heldur fiskivinnupolitikkinum hjá ES, og røddirnar taka heldur ikki hædd fyri teimum mongu krøvunum, Føroyar skulu lúka í einum ES-limaskapi. Ein ovurhondsstór fyrisitingarlig arbeiðsorka skal til at umsita alt lógarverkið, sum fylgir við einum limaskapi. At ES-limaskapur harumframt kemur at kosta okkum millum 130-140 milliónur krónur um árið í limagjaldi verður av eini ella aðrari orsøk altíð gloymt í kjakinum.
Eg meti, at týdningarmiklasta evni í hesum kjaki ofta verður gloymt, nevniliga: hvat er tað í royndu veru, sum vit miða eftir í okkara samstarvi við ES? Oftast er svarið frælsur handil og samstarv innan mentan, gransking og útbúgving. Vit eru í løtuni í einar tilgongd við ES, har ið líkt er til at vit kunnu røkka flestu málunum, sum samgongan hevur sett sær. Tískil undrar tað meg ikki sørt, at summi partú ynskja, at vit skulu átaka okkum tær bindingar, sum ein limaskapur í ES í øllum førum hevur við sær, tá ið vit kunnu fáa flestu ágóðarnar við núverandi støðu. Hví skulu vit taka tað súra við tí søta, tá ið vit kunnu fáa tað søta uttan at taka tað súra?
Føroyar og ES
Samgongan hevur eitt greitt mál við ES, og føroyskur evropapolitikkur liggur í einari tryggari legu. Uttan mun til hvør hevur sitið í Landsstýrinum, hevur verið hildið fast um somu evropapolitisku kós. Sum Uttanríkisráðharri fegnist eg støðufesti.
Men hvør er so støðan í teimum mongu málunum, Landsstýrið hevur virkað fyri seinastu árini?
ES er vaksið og hevur integrerað limalondini alsamt meira og meira. Tí hava Føroyar seinastu árini arbeitt miðvíst við at víðka samstarvið við ES til at fevna um fleiri øki. Umframt víðkan av handilssáttmálanum hevur eisini verið arbeitt við at víðka heilsufrøðiliga sáttmálan, at tryggja Føroyum luttøku í loftferðslupakkanum (ECAA) og fáa atlimaskap í 7. Rammuætlan ES um gransking (FP7).
Hesi øki eru nú komin so mikið ávegis, at lítið restar í, og liggur tað nú bert á okkum sjálvum at bera tey á mál.
Sum ásett í samgonguskjalinum er ein serfrøðingabólkur settur at kanna møguleikarnar fyri tættari samstarvi við ES, sum skal fevna um frælsi fyri tænastur, persónar og kapital umframt samstarv innan gransking, útbúgving, heilsufrøði, fólkaheilsu o.a. Somuleiðis skal bólkurin kanna fortreytirnar fyri einum sjálvstøðugum føroyskum limaskapi og avleiðingarnar av at gerast partur av danska limaskapinum. Bólkurin er farin til verka, og miðað verður ímóti, at arbeiðið er liðugt í heyst.
Víðkan av handilssáttmálanum.
Handilssáttmálin við ES er ein 1 ættarliðssáttmáli, ið bert fevnir um vørur. Vit hava reist spurningin við ES um at víðka hendan til ein 2 ættarliðssáttmála, ið skal fevna um tænastur, kapital og persónar eisini. Støða ES hesum viðvíkjandi hevur verið jalig, og partarnir eru á einum máli um at greina, hvussu hetta kann fremjast.
Atlimaskap í 7.rammuætlan ES um gransking (FP7)
Komið er nú so mikið áleiðis við at vinna Føroyum atlimaskap í FP7, at ES-Nevndin hevur biðið um heimild at fara undir samráðingar við Føroyar. Samráðingarumførini væntast ikki at vera fleiri í tali, og tí verður miðað ímóti, at sáttmálin verður staðváttaður í Føroyum ella Brússel í summar og væntandi kemur í gildi 1. Januar 2010, um undirtøka er fyri tí í Føroyum.
ECAA
Alt røkist nú fyri, at evropeiski loftferðslupakkin verður settur í gildi í Føroyum. Gerast Føroyar partur av evropeiska loftferðslupakkanum, fer tað at standa føroyskum feløgum frítt í boði at flúgva á evropeiska meginlandinum, og hjá evropeiskum flogfeløgum at flúgva á Føroya-leiðini. Yvirskipaða endamálið við at gerast partur í ECAA er at skapa fyritreytir fyri framhaldandi menning hjá føroyskari flogferðslu.
Føroyar og EFTA
Samgongan roynir framvegis at gerast limur í EFTA. Samráðingar fyri at vinna Føroyum limaskap í fríhandilsfelagsskapinum EFTA hava hildið á í nøkur ár, og tann møguleikan roynir Uttanríkisráðið framvegis at troyta.
EFTA limaskapur er ikki einans ein lopfjøl hjá Føroyum út í Evropa, men eisini longur út í heim. Fyri Føroyar merkir EFTA limaskapur, at Føroyar gerast partur av einum altjóða kervi. Hetta setir stór krøv til føroysku fyrisitingina og politiska kervið, men hevur avgjørdar fyrimunir, tá Føroyar skulu virka og mennast á altjóða pallinum.
Eitt annað mál við at tryggja Føroyum EFTA-limaskap er at gerast partur av teimum mongu fríhandilsavtalunum, sum EFTA higartil fingið í lag. EFTA hevur sterk handilssambond uttanfyri Evropa, og er í dag tann felagsskapur, ið hevur flest fríhandilsavtalur um allan heim.
Halt kós
Evropapolikkurin er í tryggum hondum við breiðari politiskari undirtøku. Vit vita, hvat vit skulu samstarva um við londini í Evropa. Vit vita, hvørjar avmarkingarnar eru, og hvørjar møguleikar vit hava. Fleiri mál eru longu nádd, og onnur er í eygsjón.
Tískil halda vit kósina og stevna móti málunum við góðum treysti.