Serfrøðingar, sum eru knýttir at ST, Sameindum Tjóðum, hava nú fyri fyrstu ferð váttað, at tað er hungursneyð í Gazabýi, sum er størsti býur í Gazageiranum.
ST og neyðhjálparfelagsskapir hava leingi ávarað um støðuna við vantandi mati í Gazageiranum.
Í morgun hevur IPC, sum vegna ST stendur fyri mattrygd kring heimin, lagt fram eina nýggja dagføring av støðuni í Gazageiranum.
Hin 29. juni ávaraði IPC um støðuna við mattrygd, og tá segði felagsskapurin, at mong kunnu fara at doyggja, um hon ikki varð tikin um støðuna í stundini.
Nú hava so serfrøðingar, sum eru knýttir at ST, staðfest, at tað er verulig hungursneyð í Gazabýi, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.
Í ísraelska uttanríkisráðnum eru tey sambært NTB ikki samd við útsøgnina hjá ST og siga, at tað er eingin hungursneyð í Gazageiranum.
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, segði í gjár, at Ísrael er sinnað at byrja nýggjar friðarsamráðingar um vápnahvíld.
Men, longu í dag sigur ísraelski verjumálaráðharrin, at Ísrael fer at knúsa Gazabý, um Hamas ikki gongur við til treytirnar hjá Ísrael.