Stórur toskur á Tangafirði

Í góðveðrinum í dag hava menn verið á floti, og tað eru eisini teir, sum hava brúkt ein part av degnum á floti saman við familjuni.

Í góðveðrinum í dag hava menn verið á floti, og tað eru eisini teir, sum hava brúkt ein part av hesum degi á floti saman við familjuni. Í dag hevur eingin kuldi verið, men heldur rímiliga lýtt desemberveður.

 

Viðheftu myndir hevur Bjarni Petersen í Kollafirði, sum er skipari á rækjutrolaranum, Arctic Viking, lagt út á sína Facebook-síðu. Veiðidagurin hjá honum og familjuni í dag hevur verið á Tangafirði.

 

Eftir myndunum at døma, hevur væl verið at fingið á toskatráðu. Meginparturin av fiskinum er toskur, harav fleiri eru rættiliga stórir. Líkt er til, at fiskurin er væl í holdum.