Stórur spenningur í South Carolina

Eftir óvæntaða sigurin hjá Hillary í Bew Hampshire verður spurt, hvussu álítandi veljarakanningarnar eru í South Carolina, har Obama sigst liggja best fyri Í dag verður demokratiskt undanval í South Carolina í USA. Stóri spurningurin er, um tað fer at eydnast Barack Obama at vinna, eftir at hann herfyri óvæntað tapti ímóti Hillary Clinton í New Hampshire.

Ta ferðina søgdu veljarakanningarnar, at Obama fór at vinna við greiðum meiriluta, men tá ið tað var liðugt at telja upp, hevði Hillary fingið 39 prosent av demokratisku atkvøðunum og Obama 37 prosent.

Veljarakanningar hava í vikuni víst, at Obama fer at fáa 38 og Hillary 30 prosent í South Carolina.

Undanvalið hjá dempkratiska flokkinum í dag er tað fyrsta, har stórur partur av veljarunum eru svartir. Roknað verður við, at meiri enn annar hvør, sum fer at atkvøða í dag, er afro amerikanari. Tí verður tað fyri vánirnar hjá Obama at gerast forsetavalevni mett ógvuliga týdningarmikið, at hann megnar at vinna. Serliga eftir at hann óvæntað tapti í New Hampshire.

Kanningarnar siga, at Obama millum tey svørtu eigur 59 prosent og Hillary 25 prosent. Millum hvítu veljararnar ætla bara 10 prosent sær at atkvøða fyri Obama og 36 prosent fyri Hillary.

Valstríðið hevur verið hart í vikuni og Bill Clinton hevur verið rættuliga eyðsýndur í royndini at vinna konu síni atkvøður.

Republikanska undanvalið í South Carolina var síðsta vikuskifti. John McCain vann við 33 prosentum, og Mike Huckabee var honum næstur við 30 prosentum.