Stórur áhugi fyri Íslandi

Tað er í hesum døgum sera stórur áhugi fyri Íslandi og serliga íslendsku fíggjarkreppuni. Sjónvarpslið frá fleiri londum vitja Tað er sanniliga ikki bert føroyskir fjølmiðlar, hóast væl umboðaðir, sum hava áhuga fyri íslendsku fígjarkreppuni.

Fyrradagin, meðan vit lurtaðu eftir mótmælisfundinum, sum Hørður Torfason skipaði fyri, var eisini eitt sjónvarpslið til staðar og tók upp. Vit hugsaðu sjálvandi, at talan var um íslendsk sjónvarpsfólk, men sum vit komu teimum nærri hoyrdu vit, at samrøðurnar fóru fram á enskum.

Tað vísti seg, tá vit fingu orðið á hesi fólkini, at talan var um eitt sjónvarpslið úr Kanada, sum fyrst og fremst var komið til Íslands at dekka fíggjarkreppuna.

Tá vit so í gjár royndu at fáa fatur á øðrum áhugaverdum fólkum at gera samrøður við, rendu vit okkum inn í enn eitt sjónvarpslið. Lærdir av royndum gingu vit hesuferð ikki bara út frá, at talan var um íslendingar, og rætt var.

Nei, vit eru frá nationala portugisiska sjónvarpinum, var svarið, vit fingu, tá vit spurdu, um teir vóru íslendingar.

So ikki kann sigast annað enn, at íslendska fíggjarkreppan upptekur onnur enn íslendingar og teirra nærmastu grannar.