Fleiri e-sigarettir og snús millum tey ungu

Alment og ókeypis tiltak: "Snús, e-sigarettir og ítróttafólk - hvat sker?"

"Tað smakkar av bommi, men oyðileggur barnaheilan..."

- Vit síggja alsamt fleiri e-sigarettir og snús ímillum okkara ungu. Eisini í ítróttaumhvørvunum. Litríkir pakkar og spennandi smakkir og angar, sum minna meira um bomm enn um sera vanabindandi rúsevni, so sum nikotin.

 

Soleiðis siga tey í Ítróttasambandi Føroya, sum saman við Heilsustýrinum nú fara at skipa fyri ókeypis almennum tiltaki í Auluni í Finsen í Havn.

 

- Vit vita, at mongdirnar, ið vit innflyta av hesum vørum, eru støðugt veksandi, men spurningurin er, um vit vita, hvussu vandamikið nikotinið í veruleikanum er fyri ein ungan barnaheila.

 

Og lagt verður aftrat:

 

- Vit hava ein grundaðan illgruna um, at hvørki vaksin ella børn hava nøktandi vitan um avleiðingarnar av at gerast krøkt/-ur av nikotini á ungum árum.

 

Tí hava Heilsustýrið og Ítróttasamband Føroya tikið stig til at skipa fyri almennum tiltaki um nikotin og snús í ítróttaumhvørvunum.

 

- Vit hava fingið vitjan av einum av fremstu granskarunum á økinum, Charlottu Pisinger, og hon fer at hava ein fyrilestur, sum hon kallar: "Tað smakkar av bommi, men oyðileggur barnaheilan."

 

Málbólkurin eru fólk úr ítróttaumhvørvum, nevndarlimir, venjarar, foreldur og íðkarar, og tiltakið verður í Auluni í Finsens í Havn, mikukvøldið 22. oktober klokkan 19-21.

 

Skrá: 

1. "Innflutningur, rák og snúsvanar millum ung", Snorri Patursson, fólkaheilsusamskipari, Heilsustýrið

2. "Tað smakkar av bommi, men oyðileggur barnaheilan", Charlotta Pisinger, professari í tubbaks- og nikotinfyrbyrging, Center for Klinisk Forskning og Forebyggelse á Bispebjerg-Frederiksberg Universitetshospital.

3. "Hvussu ávirkar nikotin okkara avrik", Signar Hilmarson, ráðgevi í úrvalsítrótti hjá Ítróttasambandi Føroya

4. Spurningar og svar

 

- Tiltakið er ókeypis, siga Ítróttasamband Føroya og Heilsustýrið

 

"Tað smakkar av bommi, men oyðileggur barnaheilan..."