Útbúgving
Umsóknarfreistin til at søkja um upptøku í master útbúgvingini í leiðslu og fyrisiting er runnin. 120 umsøkjarar vóru. Master útbúgvingin í leiðslu og fyrisiting er úrslitið av einum samstarvi millum Robert Gordon University, Føroya Handilsskúla og BP, sum hevur fíggjað útbúgvingina. Útbúgvingin er skipað sum fjarlestur, og útbúgvingin er ikki ein fulltíðar útbúgving. Talan er upprunaliga um eina útbúgving, sum er nomera til eitt ár, men hon er longd, soleiðis at hon er betri hóskandi til fjarlestur.
Sjálv útbúgving fer sostatt øll at ganga fyri seg í Føroyum. Útbúgving er sett saman av skeiðum, og við byrjan og endan av hvørjum skeiði, verður skipað fyri tiltakið, har tey lesandi hittast á Føroya Handilsskúla. Á fleiri av hesum døgunum og annars um fjarskifti veðrur møguligt at samskifta við vegleiðara á Robert Gordon University. Allar próvtøkur vera eisini á Føroya Handilsskúla.
Elsa Maria Olsen, deildarleiðari fyri Føroya Handilsskúla á Kambsdali, sigur, at hon er størliga bilsin av, at áhugin hevur verið so stórur.
?Útbúgvingin hóskar sera væl til føroyingar, og hon rakar rættiliga breitt, men eg eri kortini bilsin um, at umsøkjararnir eru so nógvir, sigur Elsa Maria Olsen.
Orsakað av góðu undirtøkuni, so verður tíðarætlanin ikki hildin. Ætlanin var, at umsøkjararnir skuldu fáa boð um upptøkuna 25. februar, men hetta veðrur seinkað eina viku ella so. Allir umsøkjararnir fáa í næstum bræv, har tað verður kunnað um seinkaðu upptøkuni.
Hóast 120 hava søkt, verður ikki pláss fyri fleir enn tjúgu at taka sjálva útbúgvingina.
?Vit lesa allir umsóknirnar ígjøgnum og gera eitt tilmæli, men tað er Robert Gordon University, sum tekur endaliga avgerðina um, hvør verður upptikin, sigur Elsa Maria Olsen.
Teir nógvu umsøkjararnir hava ógvuliga ymiskar bakgrundir. Ein sera stórur partur er eisini væl kvalifiseraður, sigur Elsa Maria.
?Tey, sum ikki sleppa inn hesuferð, verða ikki slept upp á fjall. Vit arbeiða við fleiri útbúgvingarmøguleikan, sum væntandi verða almannakunngjørdir innan langa tíð, sigur Elsa Maria Olsen.
Føroya Handilsskúli hevur sett sær tað mál, at arbeitt verður fram ímóti at bjóða útbúgvingar á bachelor støði innanfyri handil í framtíðini. Hetta seinasta útbúgvingartilboðið er sostatt bæði førleikamenning hjá føroyskum vinnulívið og Handilsskúlanum.