Stórur áhugi fyri 70-ara rocki í Fuglafirði

70-ara rockur, sum Uriah Heep o.l. orkestur spældu hevur enn fastatøkur millum føroyingar.

 

Fyrireikararnir av tiltakinum við "Ken Hensley and Live Fire" siga í stuttari viðmerking til Planet, at teir seldu 200 av teimum 600 atgongumerkinum til tað stóra tiltakið, sum verður í mentanarhúsinum í Fuglafirði eftir bara einum degi. Fyrireikararnir meta, at gongur tað líka skjótt teir komandi dagarnar, so fer at nærkast væl, at tað verður útselt.

 

Ken Hensley kemur higar við bólki sínum at spæla fyri 600 áhoyrarum í mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 8. September. Legendariski sangskrivarin, sum í 70’unum skapti ódeyðiligar rock-klassikarar í hópatali fer gávumildur at frøða okkum við perlum burtur úr rúgvuni: Sunrise – Stealin’ – Lady In Black – Free Me – Proud Words – The Wizard – Easy Livin’ –Look At Yourself – Wonderworld – When Evening Comes – Wise Man – July Morning ...

 

Alt sangir frá eini tíð, har verðin væl mundi síggja øðrvísi út, enn hon ger í dag, og tungur rockur veruliga merkti tungur rockur.

 

Absurdy Fair fara á pall at hita upp til Ken Hensley. Tað hendir klokkan 21. Klokkan 22 fara so Ken Hensley og Live Fire á pallin.

 

Á midnátt verður eitt annað tiltak í mentanarhúsinum í Fuglafirði, sum er leyst av tiltakinum við Ken Hensley, Live Fire og Absurdy Fair. Tá verður nevnliga dansur við Deiggj.

 

Bussar fara at koyra millum Havn og Fuglafjørð í samband við tiltakið.