Stórur ferðslutrupulleiki í Havn verður jólatrøll

Tað verður ikki fyrr enn eftir ársskiftið, at arbeiðið upp á at loysa ruðuleikan við ferðsluljósini á vegamótinum Eystari Ringvegur og Hvítanesvegur, verður liðugt.

 

Tað er greitt eftir býráðsfundin í Havn hóskvøldið. Har hevur mangan verið proppur í ferðsluni og eftir at hava kjakast og togast um málið í fleiri harrans ár, varð støða at enda tikin um at seta ferðsluljós upp at stýra ferðsluni. Men tað hevur ikki gingið betur enn næstbest tí har er framvegis stórur ruðuleiki og røðirnar av bilum eru langar.

 

Serliga vísir tað seg at vera torført at fáa ferðsluna at glíða á Eystara ringvegi í meldurtíðini og tá hendir tað seg, at bilarøðin røkkur heilt frá ferðsluljósunum oman móti tyrlupallinum. Og hetta ber í sær, at ferðslan frá hvítanesvegnum inn á Hóyvíksvegin eisini verður tarnað.

 

Síðani er avgerð tikin um at gera eina vegbreyt afturat, har bilarnir, sum koma yviri við Strond, og skulu snara til høgru á Hvítanesvegin, kunnu fara inn á, so teir ikki eru í somu koyribreyt, sum bilarnir ið skulu niðan ímóti rundkoyringini á Hálsi.

 

Samstundis skal Hvítanesvegurin eisini breiðkast oman ímóti Hoydalsá og í býráðnum halda tey, at hetta fer at stytta munandi um bilarøðina. Og harafturat er ætlanin at gera ein ljóðvolla oman ímóti Hoydølum og tilsamans er arbeiðið mett at kosta 1,9 millión, umframt mvg.

 

Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd hjá býráðnum, sigur, at hann hevur strongt á at fara undir arbeiðið sum skjótast og ætlanin er at fara undir arbeiðið í hesi vikuni, men tað verður ikki liðugt fyrr enn fyrst næsta ár.

 

Sostatt mugu vit liva við trupulleikanum í nakrar vikur afturat, men fyrst næsta ár, eri eg sannførdur um, at hann er loystur, sigur Jákup Dam.