Stórt stuðulstiltak leygardagin

Leygardagin 28. oktober verður stuðulstiltakið Sahbai á Áarvegnum 14 í Havn Stuðulstiltakið Sahbai hevur til endamáls at hjálpa gentum og kvinnum, sum eru komnar illa fyri á skøkjumarknaðunum í Kambodja og í Thailandi.

Sahbai hevur fyrr í ár skipað fyri tveimum sera væl eydnaðum stuðulstiltøkum.

Leygardagin 28. november verður skipað fyri asiatiskum marknaði, og møguleiki verður at keypa sær okkurt forkunnugt plagg ella tinganest úr fjareystri. Møguleiki er at ogna sær turrikløð, silki-inniskógvar, buksur, kryddurtir og mangt annað, ið er framleitt í Kambodja. Allur vinningurin av tiltakinum fer óskerdur til at stuðla felagsskapum í Kambodja og Thailandi, sum hjálpa gentum og kvinnum at koma burtur úr skøkjulevnaðinum.

Hjálpartiltakið við asiatiska marknaðinum á Áarvegnum 14 í Havn byrjar leygardagin kl. 10 og heldur fram til kl. 18.