Tað skrivar Dimmalætting í dag.
Talan er um 2,5 milliónir krónur, sum eru játtaðir á donsku fíggjarlógini, og sum Anna Falkenberg, fólkatigskvinna fyri Sambandsflokkin hevur fingið í lag sama við danska metamálaráðharranum. Pengarnir eru markaðir til Oyggjaleikir í Føroyum í 2027.
Funnist hevur verið at hesum, tí fleiri eru sum halda, at føroyingar skulu ikki hava stuðul úr Danmark, sum vit ikki hava biðið um, skrivar Dimmalætting.
– Nú hevur ÍSF boðað donsku myndugleikunum frá, at danskir pengar ikki skulu brúkast til at fíggja Oyggjaleikirnar. Frá góðum keldum veit dimma.fo, at tað í brævi til donsku myndugleikarnar verður boðað frá, at tað bara eru pengar frá føroysku myndugleikunum og frá privatum stuðlum, sum fíggja Oyggjaleikirnar 2027, skrivar Dimmalætting, sum eisini roynir at fáa eina viðmerking frá Elini Heðinsdóttir Joensen, forkvinnu í ÍSF.
Lesið meira á dimma.fo










