Stórt bókaverk um smátjóðir í Norðuratlantshavi í Miðlahúsinum

Í dag klokkan 16 verður bókaframløga í Miðlahúsinum við bókaverki um Grønland, Ísland, Føroyar og Hetland. Løgmaður og forsetin í Útnorðurráðnum verða til steðar.

Íslendingurin og Føroyavinurin Halldór Pálsson hevur tikið stigið til bókaverkið, sum fevnir um fýra bøkur um ávikavist Grønland, Ísland, Føroyar og Hetland. -Eg haldi londini í Útnorði eru so egin og hava so nógv í felag, at tey útgera ein lítlan og unikan heimspart, sum umheimurin eigur at vita um og kenna. Men eisini londini hvør sær eiga at kenna søgu og mentan hjá hvørjum øðrum, og tí havi eg tikið stig til at geva út bókaverk umboðandi allar smátjóðirnar í Norðuratlantshavi sigur Halldór Pálsson. Hann fer á bókaframløguni í Miðlahúsinum hósdagin at greiða frá spennandi bókaverkætlanini, ið eisini hevur til endamál at knýta smátjóðirnar í Norðuratlantshavi tættari saman. Bøkurnar eru á føroyskum og eisini á enskum.

Eisini Kaj Leo Johannessen, løgmaður verður tilsteðar og fer at siga nøkur orð undir framløguni. Og somuleiðis føroyski forsetin í Útnorðurráðnum, Kári P. Højgaard.