Eik Banki hevur keypt SkandiaBanken, sum er størsti danski internetbankin við fleiri enn 115.000 kundum Eik Banki víðkar alsamt um sítt virksemi. Nú hevur samtakið keypt størsta danska internetbankan, SkandiaBanken
Talan er um internetbanka burturav, og størsta av sínum slag í Danmark. SkandiaBanken skal leggjast saman við Eik Danmark, og fer framyvir at eita Eik.dk.
Kundarnir í nýggja Eik.dk er fyri tað mesta vællønt fólk, og bankin hevur størri innlán enn útlán. Hetta passar væl til eina samanlegging við Eik Danmark, tí har er talan um størri útlán enn innlán.
Við hesum keypinum veksur Eik samtakið munandi og telist nú millum 15 teir størstu bankarnir í danska ríkinum.
- Saman við virkseminum í dóttirbankanum Eik Danmark og øðrum týðandi íløgum í Danmark, styrkir keypið av SkandiaBankanum munandi okkara fótafesti á danska fíggjarmarknaðinum. Vit eru aktivt til staðar í Danmark, og nú økja og spjaða vit virksemið upp aftur meira, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik Banka.
Brúkaravinsamur
Innlánini í nýggja Eik.dk eru 5,9 milliardir, meðan útlánini liggja á 4,3 milliardum. Við økta virkseminum økist javnin í Eik samtakinum úr 12 heilt upp í 18 milliardir.
Bankin verður rikin víðari eftir sama leisti sum higartil, og upplýst verður, at brúkaravinsemi og kappingarføri eru hornasteinar, sum bankin er kendur fyri. Hann er eisini fleiri ferðir kosin fremsti internetbanki í ríkinum, umframt at hann í 2005 var kosin bíligasti bankin, tá um ómaksløn ræður.
Higartil hevur Eik ikki havt privatkundavirksemi í Danmark, men við keypinum av SkandiaBanken fær Eik fótafesti á hesum økinum eisini.
Vakstrarmøguleikarnir eru stórir. Bankin stendur sterkur millum kundarnar, og saman við góðu royndunum frá privatkundavirksemi úr Føroyum, verður SkandiaBanken rikin víðari eftir sama góða leisti, sigur Brian Toft, stjóri í Eik Bank Danmark.