Tað var meðan vit gingu í Hoydølum. Soleiðis ressuneri eg ofta. Frá tí at tú ert 17 og tey trý árini, inntil tú verður 20, gongur nógv fyri seg í einum sjálvum, og í afturglæmuni kann ikki annað staðfestast, enn at nógv gekk fyri seg tey trý árini, sum vit gingu í Hoydølum. Soleiðis munnu mong av teimum fleiri túsund, sum hava gingið har uppi, uppliva tað. Tey trý árin 1972-75 fór mangt fram á heimspallinum og eisini heima á landi, sum hevur kastað langar skuggar ella glæmur eftir seg.
Tað eru 35 ár síðani, at mín árgangur fór í Hoydalar. Er tað eitt langt skeið spyrja vit. 35 ár ella eitt ættarlið sigur í sær sjálvum ikki so nógv. Tað ber til at siga, at 35 ár er long tíð, og tað ber til at siga, at 35 ár er stutt tíð. Tað valdast um hvørjum sambandi tað verður sagt í. Harvið er heldur eingin meining í at siga, at tíðin gongur skjótt, sjálvt um vit ofta taka soleiðis til. Tað, sum vit meina, er, at árini eru styttri, enn vit eina ferð hildu.
Tá ið vit fóru í Hoydalar, snurraði hvørt árið ein seytjanda part av tí, sum vit høvdu livað, upp á snælduna hvørja ferð eitt ár fór aftur við borðinum. Nú er talan um ein hálvtrýssins tjúgunda part ella minni enn so, og tað er stórur munur á einum seytjanda parti og einum hálvtrýssins tjúgunda parti!
Men um vit frá 1972, tá ið vit fóru í Hoydalar, í staðin fyri 35 ár fram í tíðina og til 2007 fara 35 ár hinvegin, so koma vit aftur til 1937 ella árið, tá ið Føroya Studentaskúli sá dagsins ljós. Talan var um sjey málslingar. Árið eftir vóru teir tríggir, og teir feiraðu prógvið við at fara úr Havnini og norður til Gøtu at búgva í telti – Niels Juel Arge, Erling Eidesgaard og Marner Simonsen!
Mín gamli floksfelagi í Hoydølum, kringvarpsstjórin Jógvan Jespersen, hevur í innganginum til Føroya Studentaskúli og HF skeið 50 (1987) stutt og greitt lýst, hvussu søgan um hægri skúlagongd í Føroyum er frá latínskúlanum, sum varð niðurlagdur í 1794, og fram til Føroya Studentaskúli varð settur á stovn í 1937. Tí skal ikki gerast meiri burturúr tí her uttan tað, at tað var fyri umleið 35 árum síðani, at talið av studentum eksploderaði. Tað bar við sær, at HF skeið vórðu sett á stovn í Hoydølum, Suðuroy og Klaksvík. Studentaskúlin í Eysturoy kom í 1982, og síðani hevur ein røð av miðnámsskúlum sæð dagsins ljós.
Alla staðni frá hoyrist, hvussu týdningarmikið tað er, at unga fólkið nemur sær útbúgving. Tá ið vit líta at miðnámsskúlasøguni í Føroyum, so er skjótt at staðfesta, at burðurin hevur oftast verið tungur, tá ið tað ræður bæði um útbúgvingar og bygningar, og soleiðis er tað framvegis. Tað eigur at vekja til eftirtanka, nú tað aftur og aftur hoyrist, at í framtíðini fara vit í alt minni og minni mun at liva av tí, sum hendurnar hava strítt og stríða seg til og alt meiri og meiri av tí, sum verður skapað í og úr høvdinum á fólki!
Altjóða og heimligi karmurin
Bara nakrar fáar dagar, áðrenn vit um miðjan august 1974 fóru undir síðsta árið í Hoydølum endaði turbolensurin, sum í tvey ár hevði verið í amerikanska samfelagnum við, at Richard Nixon noyddist at leggja frá sær sum forseti. Tá bar okkum ikki til at vera eygnavitni til løtuna, tá ið Nixon á grasplenuni frammanfyri Hvítu húsini bað farvæl, áðrenn hann í tyrlu varð fluttur burtur.
Tey fægstu høvdu sæð beinleiðis sjónvarp. Introduktiónina til sjónvarpið hevði við studentatíðina at gera. Um somu tíð, sum vit í august 1972 fóru í 1. g, vóru olympiskir leikir í München. Í ítróttarhøllini á Hálsi varð skipað fyri videosýningum av tí, sum gekk fyri seg ella rættari hevði gingið fyri seg í München. Í dag eru ung og eisini tilkomin og eldri ikki nøgd, um tey ikki hava fleiri rásir at velja ímillum, sum senda frá sama fótbóltsdysti. Fyri okkum var tað fantastiskt í ítróttarhøllini at síggja endursendingar frá Danmark Radio av cubanska boksaranum Teofilo Stevensson og amerikanska svimjiúrmælinginum Mark Spitz.
Tá ið vit høvdu gingið einar fjúrtan dagar í Hoydølum kendu vit fyri fyrstu ferð sviðan av partisanvirksemi og gíslatøkum. Frá 1. g tíðini minnast vit sterka árinið, tá ið Arge feðgarnir á orkesturplássi í München søgdu frá, hvussu palestinensisku gíslarænararnir í brølapu komu út á svalan á gistingarhúsinum við sammbyrsum uppi á sær!
Stutt eftir at vit vóru farin í 2. g, vóru tað viðurskifti og umstøður á altjóða pallinum, sum vóru orsøk til, at bygdarnæmingar fingu møguleika at fara til hús fríggjakvøld í staðin fyri eftir døgurða leygardag.
Vit høvdu bara tríggjar tímar fyrrapart leygardag, og tí var freistandi at lora sær til hús fríggjakvøld. Tí varð uppskot lagt fram í samstarvsnevndini um, at tímarnir leygardag skuldu flytast til hinar dagarnar. Men tað var bums nei. Argumentið var, at so fóru hinir dagarnir at gerast ov langir, og at tað harafturat fór at verða óheppið, at fleiri lektiur skuldu lesast longu skúladagarnar.
Og so var tað, at arabararnir eftir Yom Kippur kríggið í oktober 1973 aftur ávirkaðu gerandisdagin. Hesa ferð var tað fyri tað góða. Gamaní noyddust foreldrini at rinda fleiri ferðir so nógv fyri oljuna, sum tey høvdu gjørt frammanundan. Men príshækkingin hevði við sær, at myndugleikarnir gjørdu av, at nú skuldi sjunturin skrúvast fyri í almennum bygningum fríggjakvøld. Skúlarnir skuldu tískil vera afturlætnir leygardagar, og harvið vórðu møguleikarnir at vera heima við hús betri og størri, enn teir høvdu verið frammanundan. Tað kom væl við. Men tað vóru arabararnir og OPEC, sum syrgdu fyri tí.
Próvtøkudagarnir í 1975 var útróðrarverkfall. Dagin fyri eina av munnligu próvtøkunum varð vágin í Klaksvík avbyrgd av útróðrarbátum. Hetta mundi vera fyrsta og einasta ferðin, at hetta er gjørt síðani doktarastríðið. Fyri at sleppa til próvtøkuna var neyðugt at verða settur yvir á Leirvík, at fáa privatbil at koyra til Selatraðar, við Sundaferjuni til Hósvíkar og so aftur við privatbili til Havnar. Tað gekk, og tað varð mett sum met, at tað kundi gerast upp á tveir og ein hálvan tíma!
Ráfiskagrunnurin spurdist burturúr, og síðani hevur hann fingið skuldina fyri alt, sum ikki hevur hepnast so væl í hesum landinum. Og nú ber til at koyra úr Gásadali og til Viðareiðis. Hvør hevði roknað við tí í 1975.
Ikki altíð sum prestur prædikar
Hvat lærdu vit so í Hoydølum, og hava vit fingið nakra nyttu burturúr tí?
Nú sóla vit okkum í gomlum minnum. Tað hevði kanska verið læruríkt at kanna, hvussu vit upplivdu tíðina í Hoydølum, hvussu vit hava upplivað at hittast aftur tær ferðirnar, tá ið árgangurin hevur verið saman (seinast fyri tveimum árum síðani, tá ið tredivu ár vóru liðin, síðani vit vóru liðug) og kanska eisini, hvussu vit fortelja øðrum um okkum sjálvi. Hvat hevur týdning, og hvat hevur minni týdning, tá ið vit eftir so mong ár hittast aftur. Hvussu gekk við ætlanum og dreymum. Hvussu hava vit megnað at takla, at lívið sjáldan ella kanska ongantíð tók seg soleiðis upp, sum vit høvdu vónað og ætlað. Og hvar er skúlin í øllum hesum? Hevur tíðin í studentaskúlanum havt nakran týdning fyri, at vit mentust til tey individini, sum vit nú eina ferð eru?
Í Gladsaxe kommunu gjørdu tey fyri tveimum árum síðani av, at tey skuldu kanna júst hesar spurningar. Tey, sum vóru liðug í studentaskúlanum í 1980, og sum fyri tveimum árum síðani savnaðust fyri at halda 25 ára jubileum, skuldu á spurnarblaði svara, og so var ætlanin at rógva aftur á aftur við kvalitativum samrøðum við næmingar í einum málsligum og einum matematiskum flokki.
Tað hevði verið áhugavert at gjørt sovorna kanning av okkara árgangi. Honum sum var liðugur í 1975.
Vit eru ivaleyst samd um, at privatlívið, útbúgvingin og starvsleiðin ofta ikki lagaðu seg soleiðis, sum vit høvdu roknað við og ætlað. Tiltikin er søgan um unga mannin, sum við húgvu á høvdinum fór niður, tí hann ætlaði at gerast sakførari. Hann las jura í ein dag, og so kom hann upp aftur við prógvi sum froskmaður!
Í okkara flokki vóru vit 21 – 20 dreingir og so Sólfríða, sum óføra væl kláraði at vera einsamøll genta millum so nógvar dreingir. Onkra ferðina heitti Erik á hana um at fara út um, meðan hann fortaldi onkra søgu. Tað segði hon nei til, og tað var so tað.
Lívið lærir
At studentsprógvið endiliga skal bera víðari útbúgving við sær er ikki nøkur sjálvfylgja. Tað verður í endamálsorðingini undirstrikað, at talan er um útbúgving, sum hevur tvey endamál – at kvalifisera til víðari útbúgving og so almenn útbúgving, sum millum annað kvalifiserar til arbeiðsmarknaðin.
Øll 21 í okkara flokki hava nomið sær útbúgving eftir tíðina í Hoydølum. Leysliga mett hevur meiri enn helmingurin verið uttanlands og lært, og tað kann gott vera, at tveir ella rgíggin nú búgva uttanlands, meðan øll hini búgva í Føroyum:
Tit eru jú Føroya álit í dag
tí missið ei fótafestið,
til andalig skrobbein sum geykaungar,
á flatlondum verða teir flestu.
Segði Poul F. Vit eru mong, sum hava livað nøkur av bestu árum okkara uttanlands. Eg búði níggju ár í Keypmannahavn. Leingi hevði eg hetta sum mátisnór, tá ið eg hugsaði, hvussu tíðin rann. So hevði eg verið eins leingi í Føroyum aftur, sum eg hevði búð niðri, og nú er lutfallið soleiðis, at tað eru meiri enn tvífalt so nógv ár runnin síðani heimkomuna, sum tíðin í Danmarki var.
Nú eru tað ikki vit, sum kunnu verða geykaungar á flatlondum. Heldur eru tað børn okkara, sum nema sær útbúgving í Danmark. Uttan mun til globaliseringina so er tað ivaleyst ynskið og dreymurin hjá okkum øllum, at okkara børn saman við teirra børnum um ikki so mong ár skulu venda aftur henda vegin og gleða okkum, sum nú eru ella nærkast abba og ommu ættarliðnum.
Men hvat lærdu vit so í Hoydølum?
Tað eru so nógv svar til spurningin, sum vit vóru næmingar. Fyri tíggju árum síðani var eitt av stílaevnunum í donskum studentaskúlanum í Danmark knýtt at broti úr endurminningunum hjá Stefan Zweig – Verden af i går. Uppgávuorðingin í hesum sambandi var Hvad karaktiserer den gymnasieungdom, som Stefan Zweig skildrer i sin selvbiografi. Diskuter ligheder og forskelle mellem Stefan Zweigs genaration og din egen.
Meiri enn helmingurin av næmingunum í Danmark skrivaði um hetta evnið. Tað vil siga, at fleiri enn tíggju túsund næmingar lýstu teirra egnu studentaskúlatíð. Aftan á varð tað mett at vera áhugavert at nýta stílarnar sum granskingartilfar, og tað er sipað til hetta granskingararbeiðið í bókini frá Kierkegaard og til Calvin Klein.
Í flestu førum er lýsingin positiv. Ein næmingur sigur soleiðis:
Da jeg forlod folkeskolen vidste jeg, at jeg havde lært alt, hvad jeg havde brug for på det stadie, og var klar over, at det var tid til at komme videre. Jeg kedede mig afsindigt i skolen, men til gengæld læste jeg hver eneste bog, jeg kunne få fingre i. Det er en følelse, jeg ikke har her ved gymnasiets afslutning. Jeg ved, jeg endnu kunne lære mange værdifulde ting, og jeg har ikke lyst til at afslutte min gymnasietid, for jeg føler mig stadig som en lærling, der ikke er parat til at forlade sin mester endnu.... At opdage verden er en proces, der tager hele livet.
Tað kann gott vera, at tað í dag eru dømi um næmingar, sum fara í studentaskúla ella fara undir aðra miðnámsútbúgving, tí teir ikki vita, hvat teir annars skulu taka sær til. Teir útseta valið á arbeiðsmarknaðinum ella teir fara í skúla, tí teir hava ikki funnið lærupláss. Men eg eigi dømi um stak nógvar næmingar, sum eru miðvísir og vita, hvat skal til, um teir skulu røkka møguleikanum at sleppa at útbúgva seg víðari.
Tá ið vit tóku prógv, vóru avmarkingarnar fáar og smáar. Tí varð kanska ikki gingið so høgt upp í miðaltalið. Um tú ætlaði tær at gerast prestur, juristur ella lækni ella okkurt annað, so var einki í vegin. Tveir fóru á journalistskúla. Tá skilti eg ikki, at nakar kundi finna upp á at satsa tann vegin. Síðani havi eg arbeitt nógv í journalistiska fakinum. Møguleikarnir eru nógvir og spennandi, og tað eru nógvir núverandi studentaskúlanæmingar, sum droyma um at arbeiða á bløðunum og loftmiðlunum og at sleppa um trongu dyrnar á journalistútbúgvingunum.
Nakrir aðrir av floksfeløgunum fóru at arbeiða í edv vinnuni. Tað mundi ivaleyst í 1975 hjá mongum tykjast sum stuttskygd bransja. Men tak hana og teir nú!
Krossvegurin
Men hvat fingu vit burturúr studentaskúlaárunum?
Eg kann svara fyri meg, at tað, sum fekk størst týdning, var tað, at eg lærdi floksfelagarnar og stóra árgangin at kenna. Hoydalar var geografiska og sosiala brápannan – the melting pot, sum amerikanararnir siga – har fólk alla staðni úr landinum og úr øllum stættum og flokkum funnu saman og fílaðu hvønn annan og partvís í hvussu so er gjørdust ein eind við frábrigdum.
Har fann man útav, at hóst suðuroyingar kunnu tykjast óstortligir í orð og tal, so eru teir fittligir. Har fann man útav, at tað ber til at finna mest heimføddu føroyingarnar í sjálvum høvuðsstaðnum, meg tað ger einki! Har fann man útav, at fuglfirðingar vóru eins lokalpatriotiskir sum klaksvíkingar.
Og so var tað heilt spesiella samanrenningin millum Glyvrar og Vestmanna. Vit høvdu ein frá hvørjum staðnum í okkara flokki. Referansuramman hjá teimum var fyrst og fremst cement. Tað vóru teir í familjufyritøkunum vanir at arbeiða við. Tá ið teir tosaðu um og mettu um menn og kanska eisini kvinnur, so var tað við tí felagsnevnaranum, hvussu nógvar cementsekkir, at teir roknaðu við, at persónurin kundi lyfta! Ein maður var ikki ein maður, uttan at hann í einum megnaði at lyfta tríggjar ella var tað kanska fýra sekkir!
Vit tillagaðu hvønn annan. Akkurát sum studentaskúlanæmingar altíð hava gjørt tað.
Det forsømte forår hjá Hans Scherfig rennur fram fyri meg. Hann lýsir svarta skúlan, har tað var kæft, trit og retning, og har flestu lærararnir verða lýstir sum meiri ella minni bølmenni. Soleiðis upplivdu vit ikki tíðina í Hoydølum.
Kanska onkur matematikklærari var eitt sindur troyttur, tá ið vit á talvuni í funktiónskanningini ikki beinanvegin megnaðu at finna nullpunktið og hældningskoeffisientin. Daniella hirsaði eitt sindur, tá ið hon ikki var nøgd við umsetingina av ing forminum, og góðdýrið Haraldsen, sáli, kundi kennast eitt sindur stívrendur, tá ið kann ikki fekk bygdadreingin at leggja tunguna rætt, tá ið hann royndi at úttala fronsku glosurnar.
Heldur hugsi eg um, at tá ið teir í Det forsømte forår vóru savnaðir til 25 ára jubileum, so gjørdust teir stórir skúladreingir aftur – tað vóru bara dreingir – og teir skemtaðu sær við felags upplivingum. Lívið hevði lagað seg so ymiskt, men eingin kundi taka felagsnevnaran, sum var studentaskúlatíðin, frá teimum, og soleiðis hava vit kent tað, sum vóru liðug í 1975, tá ið vit við jøvnum millumbilum aftur hava hitst.
Stórt offur
Johannes Møllehave hevur sagt, at tað eru syrgiligar orsøkir til, at bókin hjá Scherfig er vorðin til klassikara. Hann hevur sjálvur skrivað um sína studentaskúlatíð og greiðir hugvekjandi frá, hvussu hann sum studentaskúlanæmingur var sinnaður at seta lívið upp á spæl fyri skúlavinirnar:
Vi sad ved hver sit bord i gymnastiksalen med de samme ti planter og skulle bestemme dem efter floraen, og vi slog op i et værk og svedte og rystede på hænderne. For hvis vores fremtid var ødelagt af dobbelt-nuller, var det måske en mulighed her.
De første ni planter gik det nogenlunde med. Det tog tid, men de lod sig bestemme. Den sidste var derimod gådefuld. Vi så på dens kendetegn med forstørrelsesglas, og vi slog op og gjorde ved. Det drilagtige var, at det enten var en plante, der i floraen var markeret med tre kors – dvs. den højeste grad af giftighed – eller også var det en almindelig vild kørvel (ella ein kryddaraurt). Vi kunne ikke stikke sedler til hinanden – der var for lang afstand mellem os – men vi så over til hinanden og trak på skuldrene og kunne ikke beslutte os.
Som mine venner sad der og spredt ud over hele gymnastiksalen, kom jeg til at holde så meget af dem. Hanses forældre var lige blevet skilt, Per var bange for, at han ikke kom op i næste klasse, Rolf som var det største menneske jeg kendte, så lille og betydelig ud fra ryggen...... Jeg ville gerne dø for dem. Derfor ventede jeg, til jeg havde fanget alles øjne – og så åd jeg planten. Jeg tyggede den langsomt og omhyggeligt. Jeg følte, jeg skulle herfra. Men der skete ingenting. Så vi skrev vild kærvel!
Nú skal eg vera liðugur. Men vit kunnu vera samd um, at tíðin hevur gingið skjótt. Tað tykist so stutt síðani, at vit handaðu Anrbirni Mortensen, sála, 50 ára føðingardagsgávu. Tað var 11. oktober í 1973 ella í vikuni undan heystfrítíðini í 2. g. Tá hildu vit rektaran vera rættuliga tilkomnan mann. Nú er okkara árgangur farin um henda runda dagin, og eg rokni ikki við, at vit kenna okkum so gomul, sum vit tá mettu rektaran at vera.
“Tað er aldurin” verður so ofta tikið til, og fyri ikki so langari tíð síðani hoyrdi eg skilamann hugleiða um hetta, og tað gav íblástur: Tá ið vit gingu í Hoydølum, og summi noktaðu at skriva á donskum og harvið ikki fingu prógv, so vóru tað summi, sum søgdu, at tað var aldurin á okkum, sum var orsøkin. Og tá ið mamman var kedd og kanska illneitaðist, so varð sagt, at tað var aldurin, sum hon var í. Og tá ið vit, sum vóru liðug í 1975, um nøkur ár fara at taka upp í saman, so fer tað at verða sagt, at tað er aldurin.
Føroya Studentaskúli fyllir 70 í morgin. Í hugaheiminum hjá okkum, sum fóru í skúlan í 1972, kendist tað sum ógvuliga long tíð, tá ið vit hoyrdu, at tað vóru 35 ár síðani, at tey fyrstu fóru í skúlan. Tað eru 35 ár síðani, at vit av bygd og havnarfólk hittust í Hoydølum og gjørdust floksfelagar, sum eiga felags minni um trý góð ár. Tey 35 árini eru bara runnin avstað.
Føroya Studentaskúla verður ynskt blíðan byr, og allur árgangurin, sum fór í Hoydalar í 1972 verður heilsaður. Serliga floksfelagarnir, sum so mangan eru uppi í huganum, tá ið greiða skal fáast á, um hetta ella hitt nú var, tá ið vit gingu í Hoydølum, ella um tað var áðrenn ella aftaná góðu árini í dalinum fagra, har fleiri pisur eru floygdar enn nakra aðra staðni í landinum.