Útselt varð til Summar Festivalin fríggjakvøldið, men nakrar hundrað dagsbillettir eru eftir til leygardagin, tá ið Kim Wilde, Amy Diamond og onnur fara at spæla Áhugin fyri Summar Festivalinum hevur ongantíð verið so stórur, sum hann er júst í ár. Fríggjakvøldið var útselt til festivalin, og Vágsbøur á tremur við fólki til rockbrakið við Scorpions.
Tað eru framvegis nakrar hundrað dagsbillettir eftir til festivalin leygardagin, og tær kunnu keypast við dyrnar frá kl. 13.00.
Leygardagin spæla millum annað Amy Diamond, Kim Wilde, Húskallar, Vestmenn, Týr og Bryan Rice.