Eitt nýtt fiskavirki skal byggjast í Upernavík í Grønlandi, og tað er privata felagið, Polar Seafood, sum fer at eiga og reka virkið, ið væntandi verður liðugt í endanum av hesum árinum.
Í Grønlandi verður roknað við, at tað fer at føra til kapping um ráfiskin, nú Polar Seafood fer at byggja nýtt fiskavirki, samstundis sum Royal Greenland hevur virki í býnum.
Gongst, sum væntað, fer hetta eisini at økja um prísin á ráfiskinum, sum so aftur fer at koma útróðrarmonnum í Upernavik-økinum til góðar.
Sermitsiaq.ag skrivar, at tað serliga er svartkalvin, sum er áhugaverdur fyri útróðrarmenninar, sum fiska í økinum.
Sum er, sitir Royal Greenland saman við sínum dóttirfelag Arctic Fish Greenland rættiliga tungt á svartkalvanum, sum útróðrarmenn fiska og leggja upp í Upernavík.
Áður áttu Polar Seafood og Royal Greenland saman táverandi Upernavik Seafood A/S, sum saman við Royal Greenland rak fleiri virki og eisini núverandi fiskavirki í býnum.
- Eftir at hava verið burtur úr fiskavirkisvinnuni í Upernavik í fleiri ár, ynskir Polar Seafood nú aftur at byrja virkisemi í býnum og fer at gera eina íløgu á umleið 40 milljónir krónur, skrivar www.sermitsiaq.ag
Sum skilst, er tað serliga svartkalvi og krabbi, sum Polar Seafood ætlar at keypa og virka á nýggja virkinum í Upernavík.
- Ein partur av krabbunum, sum vit fiska í Upernavík-økinum, verður fluttur til virkingar í Aasiaat, og tað hevði verið lættari, um krabbin varð virkaður í Upernavík.
Stýrisformaðurin í Polar Seafood, Henrik Leth, sigur, at enn vanta nøkur loyvi i samband við byggingina, men hann sigur seg vóna, at alt fer at koma upp á pláss sum skjótast.