Stórfingin listagáva til Havnina

Hans Skálagarð hevur latið Tórshavnar Kommunu 16 maritimar vatnlitsmyndir. Tær skulu hanga í miðhæddini í Müllers Pakkhúsi - Hetta er ein sera stór gáva, kommunan hevur fingið frá Hans Skálagarð, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann seinnapartin í gjár lat framsýning upp í Snarskivuni í miðbýnum.

- Serliga hevur framsýningin týdning fyri siglandi fólk og onnur við søguligum áhuga, og tað hevur eisini týdning fyri býin, at myndirnar, tá framsýningin er liðug, fáa fast pláss í Müllers pakkhúsi.

Tað var Hjartvard Skálagarð, bróður Hans, sum vegna Hans handaði kommununi hesa stórfingnu gávu. Fyrrverandi kommunustjórin, Jens Marius Poulsen, luttók eisini vegna Westward Ho, sum fekk eina myndabók við aviriti av vatnlitsmálningunum.

Hans Skálagarð er ikki hvør sum helst. Gitna amerikanska ?Classic Art Gallery?, sigur, at Hans Skálagarð av bestu ummælarum í USA verður mettur sum ein ?livandi legenda?.

Hann er 86 og málar enn.

Listarverk hansara hanga í stjórnarbygningum í Skandinavnia, eins og Hvíta Húsið í Washington hevur prýtt veggir sínar við maritimum málningum hjá Hans Skálagarð.

Hans Skalagarð hevur fingið tann heiður at taka ímóti seks gullheiðurslønum, eini silvur, eini ?Statue of Liberty?-heiðursløn, umframt at hann hevur vunnið sær heitið ?Maestro? - allur heiðurin latin av italskum akademium. Ævisøgu hansara finnur tú bæði í amerikansku ?Who´s Who in American Art? og í ?Who´s Who in the World?.