Løgmaður boðar frá einum tí týdningarmiklasta vinnupolitiska átakinum, síðani einahandilin varð avtikin í 1856 Støðan í stórum pørtum av fiskiveiðuflotanum er ring, og sambært tí, sum løgmaður bar fram í røðu síni á tingi í dag, so hevur landsstýrið eina greiða heildarætlan fyri fiskivinnuna, sum løgmaður roknar at vera eitt tað týdningarmiklasta vinnupolitiska átakið, síðani einahandilin varð avtikin í 1856.
Løgmaður segði soleiðis:
Vit vilja hava eina burðardygga og dynamiska fiskivinnu, har politiskar forðingar og peningaligur stuðul ikki avskepla marknaðarkreftirnar. Vinnan má tillaga seg, tí tað er ein avgjørd fyritreyt fyri einum sterkum og sjálvberandi búskapi, at høvuðsvinnan klárar seg uttan stuðul úr landskassanum. Fiskivinnan hevur altíð dugað at tillaga seg, og eg havi fult álit á, at hon eisini megnar tað hesa ferð.
Fiskastovnarnir skulu endurreisast sum skjótast, so at vit tryggja fiskatilfeingið í framtíðini. Hetta gerst best við at taka lívfrøðiligu tilmælini í fullum álvara. Hetta verður eisini staðfest í uppskotinum, sum landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum fer at leggja fram á hesum fundi.
Veiðuorkan kemur í eina nýggja legu, og tað fer sum frá líður at geva størri vinning til manning og skip, og bæði vinnulívið og samfelagið fáa meira burturúr. Tá toskastovnurin er komin fyri seg aftur, kunnu vit helst fiska eini 30.000 tons um árið. Tað er tríggjar ferðir so nógv, sum varð avreitt í 2007. Nógvar hundrað mió. kr. afturat bara í avreiðingarvirði kunnu fáast burturúr, um vit røkja stovnarnar skynsamt.