Góðu áhoyrarar,
Fyrst fari eg at takka fyrireikarunum fyri at hava boðið mær suður higar til oyggjastevnu tykkara. Tað var her í oynni, at fyrsti fólkafundurin varð hildin fyri meira enn hundrað árum síðani og tað er hugaligt, at ungmannafelagið í bygdini, Keldan, tekur táttin uppaftur ídag.
Eisini havi eg verið so heppin at siglt saman við fleiri skálvíkingum og monnum aðrastaðni úr oynni.
Bygdamaður tykkara, skaldið Heðin Brú, letur søguna Fjallaskuggan enda við, at børnini spyrja pápan: ?Nær verður summar ?? Og pápin svarar: ?Tá ið fjallaskuggin undir Heiðafjalli er uppi, tá eingin svartur flóki bølir undir fjallinum longur?. Síðani leggur rithøvundurin afturat: So fóru vit heim at bíða eftir summri.
Eri ikki staðkendur her um leiðir og veit tí heldur ikki, hvussu langt tað líður á árið, áðrenn skuggin aftur sæst undir Heiðafjalli. Hugsa vit um samfelagslig viðurskifti, mugu vit tó ásanna, at summarið er stutt, tí sjáldan eru viðurskiftini soleiðis, at tað ikki eru skýggj á luftini og skuggar undir fjøllunum.
Fyri fáum árum síðani var okkara samfelag í svárari búskaparkreppu. Sólin stóð lágt og skuggarnir vóru langir. Vantandi fiskiskapur, arbeiðsloysi og beinhørð krøv um afturgjalding av gamlari skuld gjørdi tað óliviligt hjá mongum. Serliga hart raktar vóru bygdir og oyggjar, ið eru tætt knýttar at okkara høvuðsvinnu. Størsta samfelagsliga vanlagnan var kortini fráflytingin, ið fleiri familjur, ja kanska heilar bygdir, enn kenna sviðan av. Sandoyggin var hart rakt, tí í tíðarskeiðnum frá 1990 til 1998 minkaði fólkatalið í oynni við 16,5%, meðan minkingin í Føroyum sum heild var umleið 5,6%. Tað búðu 1658 fólk í Sandoynni í 1990, meðan talið í 1997 var komið niður á 1349.
Í søguni fóru faðir og børn heim at bíða eftir summrinum. Søgan speglar soleiðis eina tíð, tá stundir vóru at bíða - og kann vera ein áminning um, at tilveran líkist árstíðunum: tað eru myrkari og ljósari tíðir. Vit høvdu ikki stundir og ráð at bíða eftir, at kreppan loysti seg sjálv, men tóku ógvuslig tøk fyri at menna samfelagið aftur. Um tað eru tiltøkini ella skaparans signing við øktum fiskiskapi ella ein blanding av hesum, ið førdu okkum aftur á kós, kunnu vit kjakast um.
Ásannast má kortini, at búskaparliga gongur betri, bæði hjá tí einstaka, virkjum og samfelag. Eisini her í oynni er meira virksemi og sambært fjølmiðlunum eru úrslitini ikki av leið. Fólkatalið í Føroyum er aftur farið at vaksa, men enn eru tað serliga miðstaðarøkið og høvuðsstaðurin, ið draga fólk til sín. Tó kvinkar rætta vegin í Sandoynni eisini, tí 31. mars í ár búðu 1400 fólk aftur í oynni. Heldur búskaparliga framgongdin á, verður fólkatalið í oynni helst at vaksa uppaftur meira. Vónandi kunnu betraðu ferðamøguleikarnir, sum nýggja Sandoyarferjan fer at geva, eisini gera tað hugaligari hjá ungfólki at búsetast í oynni.
Brúka vit myndina frá søguni hjá Heðini Brú, kunnu vit siga, at búskaparliga stendur sólin høgt ? og skuggarnir eru fáir, sjálvt um onkur svartur flóki enn bølir undir fjøllunum. Fari at lata onnur hugsa um prís- og lønarvøkstur við versnandi kappingarføri sum avleiðing, meðan eg hugsi um ein flóka, ið hevur við ein part av mínum málsøki - umhvørvismálini - at gera.
Síðani fyrru helvt av áttatiárunum er nógv gjørt fyri at betra um reinhaldið av okkara bygdum og býum. Vit hava fingið eina vælvirkandi innsavning av burturkasti við tilknýti til brennistøðir og tyrvingarpláss, og bæði fjøra og hagi eru sum heild ruddiligari nú enn fyri 10 ? 15 árum síðani. Í kjalarvørrinum á búskaparligu framgongdini økist burturkastið almikið, og nú megna okkara brennistøðir ikki at arbeiða undan. Burturkastið verður tíbetur savnað, soleiðis at tað ikki skemmar náttúruna. Umboð fyri okkara brennistøðir eru nú farin undir at kanna, hvørjir møguleikar eru fyri t.d. at endurvinna partar av burturkastinum.
Eingin skipað innsavning er av burturkasti frá skipum, og tað hendir, at slíkt verður tveitt fyri borð. Nøgdirnar av burturkasti frá skipum eru vaksandi, og spell er, um havið verður brúkt sum køstur.
Vit eiga eisini at stríðast móti dálking frá stóru ídnaðarøkjunum á meginlandinum?. Sjálvandi skulu vit gera vart við hesa dálkingina, tí m.a. kyksilvur- og PCB-kanningarnar av grindahvali hava víst, at ídnaðardálkingin ávirkar okkum almikið.
Grindahvalurin, ein partur av okkara náttúrutilfeingi, sum vit í øldir hava lívbjargað okkum við, er kanska ikki hóskandi sum mannaføði longur.
Dálkingin av havinum er saman við luftdálkingini og vakstrarhúsárininum dømi um, at dálkingin er global, og at verulig umhvørvisverja bara kann gerast við skilagóðum altjóða samstarvi.
Við ætlanunum um Føroyar sum fullveldi er tað sjálvsagt, at vit verða uttanríkispolitiskt meira virkin.
Fyri umhvørvismálini merkir hetta, at vit føroyingar sjálvir eiga at gera okkara sjónarmið og áhugamál galdandi í altjóða samstarvi um umhvørvismál. Serliga, tá talan er um mál, ið hava týdning fyri okkara liviumstøður.
Har sum vit menniskju virka og liva, har gera vit inntriv í náttúruna so ella so. Kortini eigur tað at bera til at liva í samljóði við náttúruna og við virðing fyri tilfeinginum, sum okkara ættarlið hevur fingið at umsita.
Vit kunnu vera ósamd um neyvaru lutirnar í einum umhvørvis- og tilfeingispolitikki, t.d. um hvar markið fyri einum lívfrøðiliga ráðiligum veiðitrýsti liggur, ella nær ein ávís verkætlan er somikið skemmandi fyri náttúruna, at hon átti at verið steðgað. Her ræður, sum í so mongum av lívsins viðurskiftum, um at finna eina javnvág.
Tað, sum eftir mínum tykki hevur alstóran týdning, er, at tað í samfelag okkara eru einstaklingar, myndugleikar og feløg, ið geva umhvørvinum og náttúruni ans. Somuleiðis hevur tað týdning, at skaptir eru fólkaræðisligir møguleikar fyri at seta spurnartekin við ymiskar verkætlanir.
Ein kæra um vatnorkuútbygging í Eysturoy ella laksaaling á vøtnum í Suðuroy kann virka forðandi fyri felagið, ið skal undir verkætlanina. Hinvegin eru slíkar kærur við til at økja almennu tilvitanina um virksemið, sum farið verður undir. Stundum føra slíkar kærur eisini til, at verkætlanirnar verða gjøgnumførdar við størri varsemi. Við skilagóðum atgerðum ber vanliga til at menna samfelagið og samstundis tryggja, at neyðugu atlitini verða sýnd náttúru og umhvørvi.
Á henda hátt ber til at varðveita stórbæru føroysku náttúruna.
Okkara fjøll, áir og vøtn, firðir og sund, býir og bygdir eru sannir gimsteinar, sum vit eiga at røkja og fara væl um. Húsast vit skilagott og fara væl um okkara tilfeingi, kunnu vit skapa okkum trivna og lívskor fyri okkum og okkara eftirkomarar.
Við slíkum hugburði kunnu vit líta frameftir.
Fyrst í hesi øldini stóð ein ungur maður norðuri á landi, í Føgrulíð, norðoyggjarnar aftanfyri, kagar inn í Eysturoynna, hyggur so langt suður, sum eyga røkkur, og hugsar um ?Tú alfagra land mítt?, møguliga hann hevur hugsað ? ?Hvussu skal eg taka ímóti hesi nýggju øld??. Vit spyrja eisini, hvussu við okkum, nú vit fara inn í ár 2000?. Ár 2000 trupulleiki verður havdur á munni, og fremmandafólk banka á dyr okkar fyri at vera við í einari møguligari komandi oljuvinnu.
Lat okkum taka við tí avbjóðing, sum kemur, eins og hann, Simun av Skarði, gjørdi, tá hann segði:
Eg nígi tí niður
í bøn til tín, Gud:
Hin heilagi friður
mær falli í lut!
Lat sál mína tváa
sær í tíni dýrd!
So torir hon vága
?av Gudi væl skírd ?
at bera tað merkið,
sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mítt land!
So skal tað hepnast.
Takk fyri.
Eyðun Elttør, landsstýrismaður