Stóran áhuga fyri sjónleiki

Bárður á Lakjuni hevur stóran áhuga fyri sjónleiki, men hevur ikki havt møguleikan at verið við.
Her er eitt sjónleikarafelag í Fuglafirði, men tað er ikki serliga virkið. Hugurin hevur altíð verið stórur til leiklist, og tí passar tað væl, at verða við til hesar uppsetingarnar við næmingunum á tónleika- og dramabreytini, sigur Bárður á Lakjuni.
Hann hevur fyri stóran part tikið sær av tónleikinum og gjørt orð til leikin, meðan Marjun Djurhuus hevur leikstjórnað saman við honum.
Leikurin er umskrivaður og tillagaður føroysk viðurskifti, men vit hava kortini keypt rættindini, tí vit vilja ikki bara stjala hann, sigur Bárður á Lakjuni.
Samstarvið millum skúlan á Ziskatrøð og skúlan í Fuglafirði er fyrimyndarligt.
Næmingarnir úr Klaksvík koma til Fuglafirðar, eins og vit fara til Klaksvíkar. Vit hava kortini bert fýra tímar um vikuna, so tað er avmarkað, hvussu nógv vit kunnu gagnnýta tíðina, sigur Bárður á Lakjuni.
Mentanarhúsið í Fuglafirði er eisini ein fullkomin karmur um sjónleik, og næmingarnir gleða seg at sleppa at sýna leikin fyri veruligum áskoðarum.