Umhvørvismerkingin av makreli er strikað, eitt nú av ósemjuni millum Grønland øðrumegin og ES, Føroyar og Noreg hinumegin. Hetta kann koma at merkja, skrivar www.sermitsiaq.ag, at stórar handilsketur í ES fara at taka makrelin av aftur hillunum.
Heimasíðan vísir til stjórar í danska og føroyska fiskiídnaðinum, sum stúra fyri gongdini.
- Feiri og fleiri brúkarar spyrja eftir fiski, sum verður veiddur burðardygt, og umhvørvismerkið er ein trygd fyri, at makrelurin er veiddur burðardygt í einum góðkendum fiskiskapi.
Sermitsiaq skrivar, at týskar, enskar og hálendskar handilsketur eru leiðandi í smásøluvinnuni, tá ræður um at selja burðardyggar fiskavørur.
- Eitt nú hava Lidl og Aldi í Týsklandi ein politikk, sum sigur, at handlarnir hjá teimum so vítt gjørligt bert skulu selja MSC-góðkendar fiskavørur, skrivar heimasíðan.
Men, eftir at MSC-góðkenningin í øllum makrelfiskiskapi og í øllum makrelvørum úr Norðuratlantshavi hevur misti sína góðkenning, stúrir fiskivinnan nú fyri, hvat kann fara at henda á marknaðinum.