Stór vallutøka í dag

Tað hevur nógv fólk verið á vali á argjum í morgun, men ein orsøk kann vera, at tað er leygardagur og sostatt frídagur Vallutøkan er hampiliga stór nógvastaðni, men eygleiðarar halda, at ein orsøk til tað kann vea, at tað er leygardagur og sostatt er tað frídagur og tað kann gera, at mynstrið er øðrvísi enn tað, vit eru von við.

Á Argjum, sum er eitt hampiliga stórt valstað, høvdu 419 fólk verið á vali klokkan 14. Harafturat eru 84 brævatkvøður.

Tað er væl meiri enn á seinasta vali, tá ið 199 fólk høvdu valt klokkan 14.

Tað er ein stór øking, men tað kann standast av tí, at tað er leygardagur, sigur formaðurin í valstýrinum við Rás 2

Á argjum hava 1280 fólk valrætt.

Klokkan 13 høvdu 419 fólk valt í Runavík, tað eru 22,1% av veljaraskaranum. Seinast høvdu 19,9% atkvøtt klokkan 13.

Klokkan 13 høvdu 295 fólk verið á valið í Fuglafirði, tað eru 27% av veljarunum og á Tvøroyri høvdu 357 fólk valt á Tvøroyri og tað er 26,8%.

Tilsamans 34939 fólk valrætt og valhølini eru opin til klokkan átta. Gongst sum ætlað, verður úrslitið greitt klokkan 22.30.

Seinast var vallutøkan 92,1%.