StÍF skræddi seg leyst

Botndystur var í Vestmanna í dag, har bæði VÍF og StÍF royndu at toga seg burtur úr botnstríðnum.

Og hetta eydnaðist hjá StÍF, sum megnaði at halda høvdinum kalt í avgerandi løtunum.

VÍF hevði annars vunnið seg upp á 24-22 átta minuttir fyri dystarlok, men so steðgaði púrasta upp hjá teimum. Eitt brotskast varð misnýtt, og tey trý málini, sum komu afturat, fekk StÍF øll, og so var fagnaðurin øgiligur, tá tær kundu staðfesta, at tær áttu stigini fyri dystin.

 

Besti málskjútti hjá VÍF var Liljan Djurhuus við 10 málum. Fríðrun Danielsen og Roxana Bodiriau skutu 7 mál hvør fyri StÍF.

 

VÍF-StÍF 24-25 (13-15)